„Nú eitt ár er liðið síðani Sverre Midjord doyði 83 ára gamal, vil Tvøroyrar kommuna við nøkrum orðum minnastSverra, sum í álitisstørvunum býráðslimur og borgarstjóri tænti Tvøroyrar kommunu bæði væl og leingi.
Sverre var føddur á Tvøroyri, hin 2. apríl 1933 og vaks upp hjá ommuni og abbanum Juliu og Poul Johannes Midjord. Sverre var útbúgvin skrivstovumaður og arbeiddi frá 1950 á Posthúsinum á Tvøroyri og síðan 1969 á Gjaldstovuni, til hann fór frá fyri aldur. Sverre Midjord var býráðslimur á Tvøroyri frá 1966 til 1985 og aftur frá 1986 til 2008 íalt 41 ár, harav var Sverre borgarstjóri í 17 ár.
Sverre hevði onnur álitisstørv enn hjá Tvøroyrar kommunu. Í 1975 kom hann á Føroya løgting fyri Javnaðarflokkin sum eykamaður fyri Atla P. Dam, sála. Sverre sat á tingi í tilsamans 13 ár í tíðarskeiðinum frá 1975 til 2008.
Sverre var eisini sera virkin innan ítróttin bæði sum íðkari, venjari, leiðari og sum limur í stjórnini hjá ÍSF í mong ár. Sjálvbodna arbeiðið, sum Sverre Midjord gjørdi til frama fyri ítróttin, var sera stórt og sæst eisini aftur tann dag í dag.
At ítrótturin hevði sera nógv at siga fyri Sverra, sást, við at hann var sera virkin innan fótbólt, borðtennis og hondbólt. Sverri var venjari hjá piltaliðnum hjá TB fyrst í sjeytiárunum. Millum mongu, evnaríku spælararnir taldist millum aðrar Jóhan Petur Olgarson, Vilmund Michelsen, Egil Olsen og Fríði Jensen. Sverri førdi liðið til føroyameistaraheitið í 1974. Jóhan Petur minnist, at Sverri plagdi at fara frá arbeiðinum á táverandi Gjaldsstovuni og beina kós út á Sevmýri, við einum riðili av dreingjum aftaná.
Dan Nielsen, fyrrverandi borgarstjóri á Tvøroyri, nevnir, at Sverre, saman við øðrum, stovnaði borðtennisfelagið TBF í 1948. Sverri var eisini her undangongumaður og var TBF eitt felag, ið gjørdi eitt stórt arbeiði, fyri at fáa onnur feløg sett á stovn kring landið.
Í ÍSF var Sverri eisini sera virkin og hetta hugleiðir Heðin Mortensen, fyrrverandi borgarstjóri í Tórshavn, um, í minningarorðum 16. oktober 2016. Heðin minnist hann sum “ein tann trúgvasta og drúgvasta samstarvsfelaga tú kundi ynskja tær – ein, ið tú ongantíð var í iva um hvar hann var.”
Nógv minnast Sverra fyri skemtiliga orðatakið “hatta orðni jeg”. Talan var um ein mann, ið ikki bara tosaði um tingini, men legði ítøkiligar gerðir afturat.
Tá tú sær øll tey virðiligu orð, ið fólk hava fest á blað, kemst ikki uttanum, at Sverre var ein maður, ið fólk virdu sera høgt. Sverre var ein, ið tú legði merki til og ikki bara soleiðis skúgvaði til viks. Sverre var tvøramaður við “stóra T” og harafturat valari. Hann vardi býin og staðin við allari megi til tað seinasta og í øllum hevði hann eitt stórt hjarta fyri sínum medmenniskjum.
Í heiminum á Sornhúsvegi í Valinum, hevur verið heldur friðarligt í nøkur ár – nú er heilt kvirt. Við virðing minnast vit eina eldsál og ein býarson, ið vígdi sína tíð á fold fyri at arbeiða fyri sínum heimstaði, Tvøroyri.
Friður verið við minninum um Sverra Midjord.
Tvøroyrar kommuna”
Facebook viðmerkingar