
Røða í samband við viðgerðina av Ólavsøkurøðu løgmans
Takk fyri frú forkvinna
Eg fari eins og fleiri onnur at takka løgmanni fyri eina góða røðu – eina áhugaverd røða, sum dró samanberingar millum talv, telvaran og talvfólki og politisku viðurskifti í Føroyum og úti í heimi. Ein samanbering, sum eydnaðist væl.
Frú forkvinna
Fyri eini 25 árum síðani luttók eg fyrstu ferð á einum størri almennum fundi í Suðuroynni um demografisku-avbjóðingarnar í oynni.
Fólkatalið minkaði og serliga avbjóðandi var tað, at ung fólk fluttu úr Suðuroynni – oftast í útbúgvingarørindum – og vendu ikki aftur til oynna.
Varpað varð ljós á, at tað var alneyðugt at taka støðuna í størsta álvara, tí við tíðini fór gongdin at máa støðið undan fólkatalinum í oynni.
Orðið haldføri varð kanska ikki til í politisku skipanini tá – men kjakið snúði seg í stóran mun um tær haldførisavbjóðingar, sum standast av, at yngru ættarliðini flyta og ikki koma aftur.
Eitt kjak, sum eisini hevur verið partur av orðaskiftinum her á Løgtingi í dag.
Landspolitiskt varð støðan tá eisini tikin í álvara. Fleiri týðandi íløgur vórðu gjørdar – íløgur, sum skuldi lyfta Suðuroynna, so hon nærkaðist støðinum í Føroyum – tá fyri 25 árum síðani.
Íløgur í ungdóm og útbúgvingar, í samferðslu og infrakervið – og almennir tænastustovnar og -tilboð vórðu styrkt og nýggj tilboð sóu eisini dagsins ljós.
Alt átøk, sum høvdu týdning – og høvdu ávirkan.
Men umframt neyðugar íløgur, sum skulu skapa fortreytir fyri at fólk velja eitt økið til, so krevst eisini at økið hevur eitt image – eina mynd, sum fólk kenna seg aftur – kenna seg drignan at og vilja verða partur av.
Tann partin – at hava eina annarleiðis og jaliga mynd út-at-til – brúktu okur í Vágs kommunu nógva orku uppá í árunum frá 2013 til 2020. -Og hóast talið av arbeiðsplássum í Vági í 5-ára tíðarskeiðinum frá 2010 til 2015 minkaði við 250 arbeiðsplássum, so vaks fólkatalið í árunum frá 2013 til 2020, tí Vágur hevði eitt jaligt image, sum dró fólk aftur og nýggj fólk til.
Frú forkvinna
Tað er ein stór avbjóðing fyri føroyska samfelagið – eins og tað var og er fyri Suðuroynna – at ein munandi partur av okkara ungdómum – umleið 40% – leita av landinum at nema sær útbúgving og ikki meiri enn helvtin av teimum venda heimaftur.
Hetta er ein stórur samfelagsligur og búskaparligur missur.
Ikki minst fáa okur ikki gagnnýtsluna, um tú vilt, vinningin av íløguni, sum okur gera í okkara ungu yvir eitt langt áramál frá dagstovnaøki, til fólkaskúla og miðnámsskúla – tí tey venda ikki aftur, tá tey eru liðug við hægri útbúgving uttanlands og skulu gerast partur av arbeiðsmarknaðinum.
Eitt annað er, at hetta eru fólk í bestu árum – við góðum útbúgvingum – við vitan og serkunnleikum, sum hava týdning fyri framhaldandi menning av samfelagnum.
Tí er íløgan í hægri útbúgvingar – íløgan í gransking, menning og útbúgving á okkara universiteti – íløgan í karmarnar kring Fróðskaparsetri – í kampus, lestrarumhvørvið og næmingabústaðir – heilt avgerandi fyri okkara samfelag.
Men Fróðskaparsetrið verður ongantíð Københavns Universitet – og lestrarumhvørvið kring Setrið verður heldur ongantíð líkt tí í Keypmannahavn, Århus ella Aalborg.
Og tað skal tað heldur ikki verða – tí tað føroyska universitetið skal myndast í og grundast á føroyska samfelagið – eins og lestrarumhvørvið sjálvandi skal spretta úr nærumhvørvinum.
Men Fróðskaparsetur Føroya og kringumstøðurnar skulu verða kappingarførar og eitt veruligt alternativ hjá teimum, sum ynskja at fara undir hægri útbúgving í Føroyum.
Tí fara okur eisini framhaldandi at raðfesta Fróðskaparsetrið, raðfesta lestrarumhvørvið, byggja lestrarbústaðir og hækka lestrarstuðulin, og betra um møguleikarnir fyri at taka hægri útbúgving í Føroyum – og er hetta eisini ein av bulunum í samgonguskjalinum og teimum átøkum og íløgum, sum hava verið og eru á breddanum hjá samgonguni.
MEN tað fara framhaldandi at verða nógv ung, sum leita út í heim at nema sær hægri útbúgving – hetta er í sær sjálvum ikki ein trupulleiki, haldi eg.
Stóra avbjóðingin er, at lutfalsliga nógv fara – og lutfalsliga fá koma aftur.
Fyri at fáa fólk aftur, skulu nøkur viðurskifti verða í lagi – ikki minst bústaðarviðurskiftini, sum eru sera avbjóðandi – og har eru ítøkiligar ætlanir ávegis – og málið er, at tað verða bygdir 2.000 fleiri bústaðir fram til 2030.
Lønarlyfti og skattalættin, sum samgongan hevur framt, eru eisini viðurskifti, sum hava týdning fyri familjur kring landið. Á sama hátt sum MVG-frítøkan av gerandisvørum fer at lætta um í gerandisdegnum.
Frú forkvinna
Umframt politisk átøk fyri at fáa fólk at støðast í Føroyum og venda aftur til Føroyar, so hevur tað eisini týdning, at Føroyar hava eitt image – at samfelagið hevur eina mynd, sum fólk kenna seg aftur í – at okur hava eitt samfelag, sum dregur fólk til sín.
Eitt samfelag við rúmligheit, fjølbroytni og tolsemi. Eitt samfelag, sum virkar fyri javnbjóðis møguleikum og rættindum – eitt samfelag, sum bjóðar tær vælkomnum í felagsskapin – og gevur tær møguleika at fáa ávirkan á felagsskapin.
Og tá tað kemur til felagsskapir, so er tað nógv stuttligar at fara uppí felagsskapir, sum hava gott orð á sær og sum fólk tosa gott um – enn felagsskapir, sum eru í ringum orði og sum fólk tosa niður.
Og har eiga okur øll í almenna rúminum felags ábyrgd at tosa Føroyar upp, heldur enn niður.
Frú forkvinna
Fyri 25 árum síðani vóru settar á skrá fleiri íløgur, sum høvdu til endamáls at lyfta Suðuroynna uppá tað støðið, sum størsti parturin av Føroyum tá var á. Nú eigur Suðuroyggin aftur tørn – og hevur løgmaður í góð 2 ár stað á odda fyri miðvísum arbeiði fram ímóti at Suðuroyartunnilin verður lagdur fyri Løgtingið og boðin út, soleiðis at okur øll fáa greiði á, hvat Suðuroyartunnilin kemur at kosta.
Og vænti eg eisini, at tað verður ein breið undirtøka fyri uppskotinum, tá tað verður borið í Løgtingið aftur eina ferð í september – um eg havi skilt løgmann rætt.
Tað kann ikki sigast nógv greitt, at hetta er ein íløga, sum er alneyðug fyri Suðuroynna – og bendir alt hartil á, hetta eisini er ein íløga, sum fer at føra við sær, at kostnaðurin av Suðuroyarleiðini verður lægri enn í dag, samstundis sum tænastan verður betur. – Tí okur fara frá einari dýrari siglandi farleið við avmarkaðari ferðaætlan – til bíligari fast samband við fullum flexibiliteti, tí koyrandi verður alt samdøgrið.
Frú forkvinna
Eg eri eisini av teirri sannføring, at tað er skeivt at teingja Suðuroyartunnilin saman við pensjónsaldrinum – tvey mál, sum ikki hava nakað við hvønn annan at gera.
Landsstýrismaðurin við almannamálum arbeiðir við spurninginum um pensjónsaldurin – og fara okur at viðgera tað málið, tá tað uppskotið er klárt – ikki sum ein liður av Suðuroyartunlinum, men sum ein liður í einum týðandi átaki fyri at styrkja um framtíðar haldføri.
Frú forkvinna
Tá tað kemur til spurningin um haldføri, so síggi eg fram til, at okur fáa eitt fíggjarpolitiskt regluverk – eitt sett av meginreglum, sum áseta hvussu okur stýra fíggjarlógini, tá tað kemur til t.d. avlop og hall, rakstur og íløgur, og skuld.
Tá fara okur eisini at tosa sama mál um hvussu støðan er í Føroyum – og eisini samanborið við onnur lond.
Um okur í Føroyum høvdu eitt fíggjarpolitisk regluverk líkt tí í ES, so høvdu okur tosað um hvørt tað er í lagi, at hallið á fíggjarlógini fyri 2025 er 0,4% av BTÚ – har markið í ES er at hallið í mesta lagi má verða 3% av BTÚ. Og kanska høvdu okur eisini samanborið við onnur ES-lond, har tey allarflestu hava eitt hall á fíggjarlógini – eitt nú Svøríki, sum okur í fíggjarnevndini vitjaðu í mai, har tey í fíggjarnevndini í Ríkisdegnum ikki hildu tað verða nakað uppá seg, at hallið á fíggjarlógini var 1,5% av BTÚ.
Okur tosa ikki um hallið á fíggjarlógini í prosentum av BTÚ. Men tað gera okur í samband við almennu bruttoskuldin, sonevndu EGS skuldina, sum sambært Landsbankanum er mett at verða um 30% av BTÚ – og staðfestir Landsbankin eisini, at føroyska bruttuskuldin er millum tær lægstu í Evropa.
Taka okur kjakið her í Løgtinginum í dag, so hava summi tingfólk havt á loftið, at hallið á fíggjarlógini er ein stór katastrofa – onnur hava tosað um, at almenna skuldin varð hækkað við milliarda upphædd í vár.
Verða okkara tøl samanborið við ES tøl, so er støðan kanska á góðari leið.
Við einum fíggjarpolitiskum regluverki, sum eisini fevnir um ásetingar um hvussu arbeiðast skal fram ímóti javnvág á fíggjarlógini yvir eitt langt tíðarskeið við bæði há- og lágkonjukturum – eins og í grannalondum okkara – so høvdu okur her í Løgtinginum tosa eitt felags mál, tá okur umrøða fíggjarmál.
Og tað haldi eg er harðliga tiltrongt – tí tað ber ikki til, at summi mála litfagrar myndir av støðuni, meðan onnur málað hin grábeinta á veggin – og somu tøl eru útgangspunkt fyri málningunum.
Og ímillum hesar ymisku málningarnar skal vanligi føroyingurin fyrihalda seg til, um okur eru ávegis út av eggini – ella um støðan ikki er so galin hóast alt.
Tað imagi’ið, tann myndin er ikki ein góð mynd fyri okkara samfelag – og neyvan ein mynd, sum er við til at draga fólk aftur eftir lokna útbúgving.
Takk fyri.
Facebook viðmerkingar