
You better start swimmin’ or you’ll sink like a stone. For the times they are a-changin’ “ – Bob Dylan
Røðan hjá Sirið Stenberg á Doktaragrund ólavsøkudag 2025:
Góðu tjóðveldis- og tjóðskaparfólk. Gott fundarfólk.
At byggja samleika og tjóð er eisini at skapa savnandi siðvenjur. Og sum so mangan so er tað ungdómurin, sum stendur stinnur og savnar okkum til henda samansjóðandi og stimbrandi fólkafundin á ólavsøku, sum eftir hondini er blivin sjálvur andsligi bótarmolin í rúkandi ólavsøkupottinum. Her finna vit samsint tjóðskaparfólk, sum savnast um hugsjónina um tær frælsu Føroyar, sum nú veruliga eru í eygsjón.
Hjartans tøkk tit í Unga Tjóðveldinum fyri tykkara stóra arbeiði og fyri at savna okkum hesa løtu. Løtan er sálarbót. Løtan er kveikjandi. Og tónleikurin og yrkingarnar stimbrandi.
Alt veldst um eygað, sum sær. Sjónarhornið er avgerandi. Vit eru ein stórhavstjóð við hópin av møguleikum. Tað vita øll, sum eru her í dag. Onki eru vit eitt elalítið fjarskotið ella tilafturskomið land- ella landslutur, sum ikki megnar meira enn at grulva. Nei, vit uppliva dag og dagliga, hvussu væl vit klára okkum bæði her heima og millum onnur lond. Úrslitini bara rapa inn, tí her býr rakst og mentað fólk. Prisman, vit síggja ígjøgnum, skapar søguna. Tí er ikki líkamikið, hvussu okkara søga verður søgd, ella hvør sigur hana. Lesa vit aftur í tíðina, so hava vit føroyingar fingið trúttað niður í okkum, at vit onki megna. At onkur annar, sum er betri, størri og klókari enn vit, má hjálpa okkum og taka avgerðir fyri okkum.
Eitt dømi er í bókin «Vit skulu sjálvir», sum Turið Sigurðardóttir so hegnisliga hevur lagt til rættis við greinum eftir Jørgen Frans Jacobsen, sum eru skrivaðar fyri 100 árum síðan. Har kunnu vit lesa, hvussu sambandshugsjónin fyri 100 árum síðani bleiv søgd so mikið ofta og hart av nógvum ráðandi fólki, at nógv at enda trúðu tí. Og heilt upp í mína ungdómstíð og enn tann dag í dag trívist tann hugsjónin. So mikið stóra ávirkan hevur sambandshugsjónin havt, at sjálv tjóðin hevur havt lágt sjálvsvirði.
Einasta verja og broddur í samfelagnum hevur verið tjóðskaparrørslan, sum hevur trúð upp á máttin og megina í føroyinginum – okkum sjálvum. Tjóðskaparrørslan hevur verið og er okkara vón og verja. Og so mikið væl hevur hilnast, at vit nú standa á gáttini til at blíva eitt sjálvstøðugt land. Nú brestur fyri nev, og ungin ger seg kláran at royna frælsa fría flogið. Alt tað stóra arbeiði, sum hevur verið gjørt av eldsálum gjøgnum øll hesi árini ber nú ávøkst. Alt, sum er sátt, kemur nú undan. Alt, sum hevur verið dreymur í huga, hómast nú í havsbrúnni. Allir flokkar á tingi siga nú, at broyting má til og fimm av seks flokkum eru samdir um, at vit skulu vera eitt sjálvstøðugt land. Hetta er søguligt og krevur av okkum, at vit megna at standa saman. Tí ágangurin hann skal nokk koma!
Heimurin er í broyting. Kríggj og ófriður leika á, og heimsins leiðarar tykjast hava óavmarkað vald. Kríggj er á nógvum frontum og ikki bara við landamørkini. Ræðuleikarnar eru uttan fyri tað, vit yvirhøvur kunnu ímynda okkum. Man so at siga má orientera seg av nýggjum hvønn morgun, tí man veit ikki, hvat man vaknar upp til. Og man veit ikki, nær man er millum vinir ella fíggindar. Menniskjalív verða ofrað og menniskjaliga líðingin er ræðandi. Vit uppliva eisini í heimssamfelagnum, at fólk við breki verða niðurgjørd og happað, man er ímóti javnstøðu og javnrættindum, kvinnurættindi verða tikin burtur – ella ongantíð vunnin, man er ímóti útbúgving, ímóti altjóða samstørvum, granskingin verður skerd, veðurlagsbroytingar trýr man ikki uppá, fakta er avloyst av meiningum, stríðið um sannleikan er hart, man virðir ikki altjóða reglur, dómstólar og rættarskipanir verða trýst, og soleiðis kundi eg hildið áfram – tíverri.
Heimurin er í broyting, tað krevur av okkum, at vit sjálv taka avgerðir okkara vegna. Taka vit ikki avgerðir sjálv, verða tað onnur, sum fara seta dagsordanina, eisini her hjá okkum. Vit kunnu ikki rekast sum tongul í brimi, men sjálv taka bæði nútíð og framtíð í okkara hendur.
Sum Bob Dylan so væl segði tað “you better start swimmin’ or you’ll sink like a stone. For the times they are a-changin’
Góðu tit ungu, sum standa á gáttini til at føra stafettina víðari. Tykkara uppgáva verður tí eisini at gera tykkum greitt, hvørjum Føroyum vit skulu liva í. Hvørji virði vilja vit taka við okkum, og hvørji virði vilja vit byggja samfelagið á. Okkara stuðul til tykkara skal ikki tróta. Vit trúgva upp á tykkum.
Men vit kunnu ikki longur taka fyri givið, at tey rættindi, sum eru vunnin, ikki kunnu missast aftur. Eg haldi meg hóma hetta eisini í heimligum dømum, sum t.d. nú tá ið okkara dugnaligi borgarstjóri Elsa Berg var við til at mála ælabogan á ein veg í Havnini, tað vóru ikki hissini álop at síggja á sosialu miðlunum. Sjálv helt eg, at tann dysturin var vunnin, men tað er hann nokk slett ikki hóast nógvar stuðlar. Enn ein orsøk at standa saman um javnrættindi fyri øll, sum partur av okkara fólkaræðisligu virðum. Vit bakka ikki aftur til tíðina, tá ið samkynd so at siga noyddust av landinum ella inn í skápið. Vit vilja tolsemi, fjølbroytni og menniskjarættindi fyri øll. Sjálvsagt! Og vit vita, at vit mugu gera so nógv meira við bústaðarneyðina, sosiala ójavnan, umhvørvi og tær broytingar, sum eru í løtuni og ikki minst virka fyri friði.
Gott fundarfólk. Tað er íborið at vilja klára seg sjálv. Vit síggja tað í náttúruni, og vit síggja tað ongastaðni so væl sum hjá pinkubørnunum. Frá tí tey koma í verðina, snýr alt seg um at koma upp á beinini. At grulva, sita, standa, ganga og renna. At vilja sjálvt. At klára seg sjálvt. At ráða sær sjálvum. Tað urmegina eiga vit í okkum, men undarligt nokk hava vit verið undirdíkt við tí øvugta, at vit ikki skulu klára okkum sjálv. Men tað riggar ikki longur. Vit hava reist okkum, og vit ætla okkum ikki at steðga á. Frí, fræls og vónrík fara vit út í heim. Sum tjóð gera vit sum barnið. Vit hava reist okkum, og nú steðga vit ikki aftur.
«Fyrr vart tú dreymur í huga
- á reki sum morgunskýggið,
nú ert tú mansbarn á foldum - kykur og dýrasti uggi.”
Christian Matras eigur vøkru orðini um dreymin, sum bleiv til veruleika og dýrasta ugga. Og soleiðis er við dreymum. Teir blíva til veruleika. Teir eru fræ, sum verður sátt.
Tak bara dømini um, at vit í Føroyum – 55.000 fólk – hava egið symfoniorkestur og musikskúla. Hava egið mál og egna mentan. Hava íverksetar og vinnufyritøkur í heimsflokki. Hava internet og talgilding í serflokki. Hava flest undirsjóvartunlar eftir fólkatalinum nakrastaðni. Hava kokkar sum fáa Michelinstjørnur. Hava mentafólk, sum virka á heimsins pallum. Hava egið flogfelag, skúlar, sjúkrahús, universitet o.s.fr. Hava ítróttafólk, sum vinna Oyggjaleikirnar, og sum bjóða bæði Europa og heiminum av.
Tak hondbóltin, har bæði kvinnur og menn hava spælt seg víðari. Tað er heilt, heilt ótrúligt. Vit hava í veruleikanum alt, sum skal til fyri at klára okkum væl, og afturat hesum búgva vit í heimsins kova, sum eisini er tann vakrasti. Hvat hava vit at óttast.
Vit kunnu læra nógv av hesum undangongufólkum. At droyma stórt og hyggja langt út í sjónarringin. At tora ikki bara at bjóða sær sjálvum av, men sanniliga eisini umheiminum. Bara við at droyma um tað ómøguliga, gerst tað møguligt. Smáir ella lítlir dreymar røkka lítið og smátt. Stórir dreymar røkka langt. Man má droyma um tað, síggja tað fyri sær, skal tað eydnast.
Sum barnið, sum byrjaði sum dreymur í huga.
Ein føroyskur skúli var eisini einaferð ein dreymur í huga, at vinna heiðursmerki í heimsmeistarakapping í hondbólti var eisini einaferð ein dreymur í huga, at hava symfoniorkestur var einaferð ein dreymur í huga, at hava egið universitet var eisini einaferð dreymur í huga, og soleiðis er ein long long røð av dreymum vorðnir til veruleika – ella til mansbørn á foldum og dýrasta ugga. Hetta er søgan um Føroyar!
Eg fari eisini at ynskja okkum øllum hjartaliga tillukku.
Í dag hava vit nevniliga yvirtikið sjórættin, sum merkir, at vit nú hava ræði á øllum, sum hevur við sjóvinnu at gera.
Sum tjóð í miðum havi er tað eisini heilt sjálvsagt, at vit sjálv hava fult ræði á øllum, sum hevur við sjóvinnu, sjóøkið, skip og bátar at gera. Sum havsins børn hava vit allar dagar verið knýtt at bátinum, sum hevur verið okkara álit bæði at fáa okkum fong og at flyta okkum millum firðir og sund. Báturin hevur átt lívið í okkum. Vit fegnast um bátin á ólavsøku t.d til kappróðurin. Allir rógvarar vita, at skulu vit vinna, krevst áralag og megi. Føroyska skútan er nú við at koma til endaspurtin. Sjálvstøðugu Føroyar eru fyri stavn. Vit eru komin væl frá startinum. Nú krevst at vit seta føtur í bekk og stevna í felag á mál. Og nú krevst, at vit øll eru í sama báti.
At enda vil eg siga, at eg hoyri ofta, at vit tjóðveldisfólk gera alt so innviklað. Men loysingarmálið er í veruleikanum so sera, sera einfalt. Fyri at vera til mugu vit loysa. Bólkurin Gø, sum nú fer at spæla fyri okkum hevur skorið tað út í papp. Teir duga so nógv betri at siga tað enn vit, tí dámar mær so væl at endurtaka teirra útlegging:
Olympisku leikirnir – loysing krevst
Nato – loysing krevst
Norðurlandaráðið – loysing krevst
Eurovision – loysing krevst
Nammco – loysing krevst
EFTA – loysing krevst
ST – loysing krevst
ES – loysing krevst
FØROYAR – loysing krevst
Góða ólavsøku øll somul og minst til:
Føroyar- loysing krevst!
Facebook viðmerkingar