Takk fyri sýnda samkenslu

Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara andaðist og var jarða.

Jóhanna Christina Vatnsdal
f. 28. juli 1938, d. 7. juni 2025.

Takk til Anniku prest fyri troystarrík orð í kapellinum á Tvøroyri. Takk til organist, klokkara, sangarar, gravarar og Havstein prest fyri sera góð orð í Sands kirkju. Ein tøkk til Sámal Hanni fyri vakran sang í kirkjuni.

Tøkk til líkvognin, manningina á Smyrli og til tey sum á ymiskan hátt hjálptu til við ervinum.

Ein serlig tøkk til starvsfólk á Suðuroyar Ellis og røktarheim fyri stóra umsorgan tit veitti henni.

Somuleiðis ein hjartans tøkk til teirra, sum lótu blómur, krans og til tey sum lótu minnisgávu til Sands Kirkju.

Tøkk til øll sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað.

Vegna tey avvarandi.
Beinta, Winnie, Ólavur, Tordis, Jóna, Jona og Suni v/familju.

Facebook viðmerkingar