
Hjartaliga takka okur øllum, sum sýndu samkenslu, og mintust kæra mann, pápa, verpápa og abba okkara
Hans Jacob Bech
f. 5. aug 1956
d. 15. juni 2025
Takk til starvsfólk í sjúkrahúsverkinum og tyrlutænastuni.
Takk til sjúkrahúsprestin fyri góð og troystarrík orð.
Stór tøkk til samkomuna Bethel fyri at skipa fyri jarðarferðini og ervinum- og tøkk fyri góð og troystarrík orð.
Takk til Ljóm fyri vakran sang, og tykkum mongu, sum hjálptu til við ymiskum.
Takk fyri blómur og kransar, og fyri minnisgávur til sluppina Johannu TG 326.
Eisini ein tøkk til tykkum, sum hava ringt, skrivað, vitjað og sent heilsu.
Og takk til Sólsetur fyri góða hjálp.
At enda vilja okur takka tykkum mongu, ið fylgdu Hans Jacob til hansara seinasta hvíldarstað.
Kirstin, Kenneth, Eyðhild, Arina og Rohan
Facebook viðmerkingar