

Í leikskránni hjá FC Suðuroy er ein áhugaverd søga undir evninum “Fótbóltssøgur úr nærumhvørvinum”, sum Sam Olsen, sáli, skrivaði í einari VB leikskrá í 1990. Søgan “Mangt broytist mansins ævi” er um eina fótbóltsferð hjá VB til Sumbiar at spæla ímóti sumbingum á Mjóanesfløtu (eysturi í Akrabyrgi).
Tá leikskráin varð sett upp og gjørd klár, varð samband tikið upp við Sumbiar Sóknar Bygdasavn fyri at fáa eina mynd av Mjóanesfløtu ella fótbólti á Mjóanesfløtu, greiður Dennis Holm frá. -Og eftir lítlari løtu, so kom ein mynd sendandi frá Torra Thomsen úr Sumbiar Sóknar Bygdasavni.
Tað áhugaverda við myndini (sum er víst omanfyri) er, at alt bendir á, at talan er um eina liðmynd, sum er tikin sama dag, sum Sam Olsen greiðir í sínari frásøgn.
Frásøgnin hjá Sam Olsen kann lesast her í leikskránni hjá FC Suðuroy (trýst á myndina niðanfyri).

Facebook viðmerkingar