Mjørki í Sandoyartunnlinum
syndarlig støða á Sandi
sum av gandi
holið fylt við mjørka
eingin fær seg førkað
hetta er ikki fyri sartar sálir
vegurin er vátur og hálur
Gev okum Teistan aftur
rópar onkur sviðin kattur.
Serfrøðingar hugsa og grunda
men vita einki nøkunlunda
teir mála og máta
undrast og práta
tí hetta er ein gáta.
Nú tú nevndi gand
í samband við Sand
man ikki okkurt búgva undir
ein funnin fressur ella hundur.
Teir noktaðu suðringum holið
kanska Barbara við Kvíggja hevur mist tolið
hon var rom í gandi
og kann saktans fylla holið á Sandi
við mjørka.
so eingin fær seg førkað.
Kann vera, tá suðriartunnilin kemur
at okur fáa gjøgnumtrekk
sum fremur
at mjørkin í sandoyartunnlinum fýkur vekk.
NePtuN(2026)


Facebook viðmerkingar