Út fyri norsku strondina, norður ímóti polarsirklinum, eini 60 km. úr landi, liggur vakri oyggjabólkurin Træna. Træna fevnir um 477 oyggjar, hólmar og sker, ein stórur partur smáar, og búgva tey tilsamans 450 fólkini á teimum fýra størstu oyggjunum.

Sambandið við meginlandið er sjóvegis og tekur tað umleið 1½ tíma at sigla til Træna. Vetrarhálvuna eru tað 1-2 túrar um dagin, summarhálvuna nakað fleiri túrar. Vøkru oyggjarnar eru eitt væl dámt ferðamál og vitja nógv ferðafólk um summarið.
Kend fyri menningararbeiðið
Træna er seinastu gott og væl 10 árini vorðið kent fyri at ganga nýggjar leiðir og hugsa nýtt fyri at skapa lokala menning. Eins og flest onnur útjaðarøkir í Norðurlondum, so hevur Træna stríðst við minkandi fólkatali og demografiskum avbjóðing av somu orsøk.
Fyri umleið 10 árum síðani valdu tey at ganga nýggjar leiðir og royna at skapa eitt innbjóðandi oyggjasamfelag, sum skuldi draga til sín fólk og eisini fyritøkur. Høvuðsgrundarlagið var menningarætlanin Træna365, sum hevur til endamáls at skapa virksemi á oyggjunum 365 dagar um árið.
Ein týðandi partur av hesum fevnir um eina miðvísa satsing á ferðavinnu og størsta átakið er nýggja hotellið Ytri, sum verður tikið í nýtslu komandi vár. Men Træna365 fevnir eisini um fleiri aðrar partar av ferðavinnuni, bæði matstovum, lokalari mentan, havnaøkið, sjógvurin og vinnulív, og ikki minst bústaðarmøguleikar.
Elias anleggsleiðari á Ytri
Elias Joensen úr Vági er anleggsleiðari á byggingini av hotel Ytri.
Eg flutti til Norra í 1999 og búði í Trondheim í 10 ár, áðrenn eg í 2010 flutti til Namsos, sum er nakað norðanfyri Trondheim, og havi eg saman við unnustuni búð her síðani, og okur eiga tríggjar gentur, greiður Elias frá.
Eg eri útbúgvin byggileiðari og havi arbeitt innan byggivinnuna í 25 ár – og havi seinastu skjótt tvey árini verið byggileiðari á byggingini av hotel Ytri. Hetta er eitt sera spennandi projekt at verða partur greiðir Elias frá. Hotellið er um 3.500 fermetrar og har eru 38 kømur, harav 6 eru suitir.
Eg eri anleggsleiðari á verkætlanini, tað vil siga, at eg samskipi øll fakøkinum, sum eru partur av byggingini, eisini rør og blikk, el, ventilatión, málaraarbeiðið, jørðarbeiðið os.fr.
Arbeiðið hevur gingið væl og byggiarbeiðið verður liðugt í februar og hotellið letur upp í apríl komandi ár.
Greinin heldur áfram undir myndunum av hotel Ytri.



Hotel Ytri
Fyrsta hugskotið til eitt hotel á Træna kom á einum av fyrstu hugskotsfundunum í 2015, tá kommunan fór undir miðvísa menningararbeiðið. Moa Bjørnson var um sama mundi sett sum menningarleiðari fyri Træna og hevur hon síðani – umframt nógv onnur ting – arbeitt miðvíst við at fáa í lag bygging av nýggja hotellinum, greiðir Moa Bjørnson frá.
Í mai 2021 eydnaðist at fáa íleggjarar við uppá ætlanina. Síðani varð farið undir at gera tekningar, projektera og leggja tilrættis. Í januar 2024 var farið undir at byggja og í apríl komandi ár letur hotel Ytri so upp og tekur ímóti fyrstu gestunum.
Hotel Ytri er partur av miðvísum arbeiði í at skapa alsamt fleiri tilboð til vitjandi – men hetta snýr seg líka nógv um at byggja upp lokalsamfelagið, sum at skapa eina destinatión hjá fólki at vitja, greiðir Moa Bjørnson frá.
Niðanfyri er ein dronu-upptøka frá september í ár.
Lesast kann meiri um Træna og hotel Ytri á www.traena365.no


Facebook viðmerkingar