
Arnfinnur Thomassen
Náttina millum 17. og 18. januar 1930 fer ein trolari á land undir Beinisvørði. Illveður er – ódn av landsynningi – so har kemur eingin livandi frá sorgarleikinum. Onkur vil vera við, at ein floyta hoyrdist í
náttini…
Morgunin eftir síggjast vraklutir, fiskur og annað reka fram við strondini, báði í Sumba og á Vágseiði. Ikki er hugsingur um at flota bát. Tí ganga menn niðan á eggina at kanna málið. Teir síggja, at ein trolari er farin á land sunnan fyri Heyksfles…

Tá ið veðrið meira enn tvær vikur seinri batnar, fara menn í báti at kanna málið. Trolarin stendur soraður á einum skeri, men har er einki tekin um lív. Ófrættakendur dámur av deyða er undir landi. Dánjal Johan í Hvítni segði frá, at teir kendu ein raman líklukt út frá Laturgjónni.
Tíverri ber teimum ikki til at síggja, hvaðani trolarin er, ella hvussu hann eitur. Vrakið liggur har, til veturin og brimið hava skolað burtur seinastu leivdirnar.
Men, hvør var hesin trolarin? Tað er ongantíð uppklárað!
Sumbingar hildu tá, at talan var um ein enskan trolara úr Hull ella Grimsby… Onkur annar helt, at talan var um ein belgiskan trolara… Veruleikin er, at eingin veit.

Tilvildarlig mynd

Føroyatíðindi skriva 25. januar 1930:

Hin 8. februar 1930 skriva Føroyatíðindi aftur:

Dimmalætting skrivar hin 5. februar 1930 í ”Brev fra Suderø”:

Hin 5. mai sigur danska uttanríkisráðið, at ein týskur dampari, sum eitur ”Birgitta Richardson” úr Wesermünde hevur mist ein bjargingarkrans í altjóða sjógvi millum lond.
Í sama skrivi verður nevnt, at messingplátan, sum funnin var, helst er eitt vørumerki frá Victor Lietzau í Danzig, sum var eitt kent virki, sum lat nautiska útgerð til nógv skip tá á døgum. Við øðrum orðum hevur ókendi trolarin óivað havt nautisku útgerðina úr Danzig.
Hugsast kann eisini, at ensku trolaramenninir til stuttleikar hava málað ”Danzig” á eina hurð umborð…
Bókstavirnir g m b H standa fyri ”Gesellschaft mit beschränkter Haftung” og merkir okkurt líknandi sum partafelag.

Vraklutirnir hava fingið fólk at halda, at trolarin mátti vera týskur. Partar av einum líki vórðu seinri funnir við Hov.
Kirkjubókin sigur 6. februar 1930:
Del af formentligt Mandslig fundet drevet i Land ved Bygden Hove. Jarðað: Tve. Ass. Kirkegaard (í Líðini) 7. februar 1930. Jpk: 2. Marts 1930 (673 gravarnr) Formentlig Mandsperson, muligvis af tysk Nationalitet. Antagelig Sømand fra en forlist Trawler. Vrag af en Saadan fandtes i de samme dage under Beinisvørð. En dør antagelig fra samme Skib fundet med Navnet ”Danzig”; Om hjemsteds- eller Skibsnavn vides ikke.
Í viðmerkingunum stendur: Liget bestod kun af venstre Arm og Skulderparti med do af højre side, Halsparti samt en Del af Kraniet.
Í frálíku bygdasøguni SAGA SUMBIAR, sum Beinar Vestergaard í 2023 gav út, fortelur Florensa Hammer, systir Pól F. um syrgiliga tilburðin (s. 137) Har verður eisini sagt, at sumbingar fríggjadagin, 7. februar fóru vestur undir land. Teir síggja eitt vrak stinga upp úr sjónum uttan fyri Sjógvarurðina undir Beinisvørði. Men, trolarin stingur so djúpt, at teir hvørki síggja navn ella skrásetingarnummar. Illveður kemur aftur, og vrakið fer í sor og hvørvur.
Eyðun Vestergaard í Sumba ringdi 5. januar 2023 at fortelja onkra søgu um skipið. Hann nevndi m.a., at akkersketan kundi síggjast frá báti við Steinsurð, eftir at vrakið var horvið. (Hugsið tykum til… at kasta akker undir Beinisvørði eina ódnarnótt!) Eyðun bað mjeg tosa við Sjúrða í Steinhúsinum.
Marita Vestergaard í Lágabø (bróðurdóttirin) tosaði við Sjúrða (5. januar 2023): «Hann minnist ikki so nógv um hatta. Hann er føddur í 1934. Hetta var ein enskur trolari úr Grimsby, heldur hann. Ongin visti um hettar. Onkur hevði verið úti Við Eggjar og helt sjeg síggja eitt lík ella tvey í Kálgarðsurðini undir Beinisvørði, vestan fyri Neðanfløtt. Hann rendi á land heiman fyri Heyksfles. Stóð har, til brimið sorlaði vrakið sundur sama vetur. Einki bleyv reddað av skipinum, sum hann veit um. Johannes í Steinhúsinum hevði vakt um náttina at halda eyga við, um nakað lík skolaði upp. Teir skiftust um at ganga fram við strondini.» («Johannes var pápi Sjúrða og pabba» (Bjarni í Steinhúsinum))

Sjúrður í Steinhúsinum (Mynd: Marita V. í Lágabø)
Sýslumaðurin, Kristian Djurhuus, savnar áðurnevndu vraklutir saman og sendir teir til Havnar. (Bræv dagfest 1. februar 1930).
Umboðsmaður hjá Lloyd´s, konsulin, Herluf Lützen, sigur í brævi dagfest 7. februar 1930 – stílað til Færøernes Politikreds – at hann hevur bjargingarringin og messingplátuna í varðveitslu á skrivstovu sínari í Havn. Síðan hevur ongin frætt frá vraklutunum!
Ein møguleiki kundi verið Tjóðsavnið, men har er einki at finna.
Lloyd´s í London hevur eina sera nágreinliga altjóða skipaskráseting. Her er onkur enskur trolari, sum er horvin í januar 1930 og – sum tað stendur: «not since heard of». Tað tykist tó vónleyst at loysa hesa 95 ára gomlu gátuna og seta navn á ókenda trolaran…
Einasti møguleikin er vist, at okkurt er at finna í sjónum undir Beinisvørði. Øll árini í briminum geva ikki góðar vónir… Men, á tekniska økinum er tó nógv broytt. Til ber at kanna havbotnin, brúka sjókagar, dronur osfrv. Tá ið tað bar til at finna Titanic á 3,8 km dýpi, mátti borið til at funnið okkurt undir Beinisvørði á fáum favnum.
Hvør veit, um ikki okkurt liggur og bíðar á leiðini við Heyksfles – ella fram við landinum?
Livst, so spyrst…
Arnfinnur Thomassen
Facebook viðmerkingar