Fleiri ferðamannaskip vitja Vág

Um døgurðatíð í dag, tórsdagin 26. Juni, koma ferðamannaskipið Ocean Endavour á Vág. Hetta er næsta ferðamannaskipið, sum er á Vági, og fríggjadagin kemur ein risi, Seabourn Adventure á Vág.

Mánadagin var Hebridian Sky á Vág. Umborð vóru útvið 100 ferðafólk, tey flestu út Stóra Bretlandi.

Við Ocean Endavour, sum er á Vági í dag, eru umleið 150 ferðafólk, tey flestu úr Kanada.

Í morgin, fríggjadagin, kemur Seabourn Adventure, sum er eitt marglætis-ferðamannaskip frá 2022, sum er 172 m langt. Umborð eru umleið 230 ferðafólk, tey flestu úr USA.

Facebook viðmerkingar