Hoyring um nýggja moldgoymslu vesturi á Eiðunum

BySuðuroyarportalurin

26. oktober 2025

Vágs Kommuna er farin undir tilgongd at skipa eina nýggja moldgoymslu, nú moldgoymslan í Porkeri verður stongd. 

Ætlaða moldgoymslan verður staðsett á matr. 27 og matr. 471b vesturi á Eiðinum, har gamla moldgoymslan lá, og verður hon gjørd í ymiskum stigum, sí myndir her.

“Kom vestur á Eiði og vend” tað er daglig tala hjá okkum lokalu; hví? Tí okur øll njóta friðin, vakra útsýnið, og okkara stoltleika har vesturi – ein náttúruperla. Og hvat er tað fyrsta okur vísa ferðandi? Jú – Vágseiði! Okkara stoltleiki. Og nú er uppskot um, at ein moldgoymsla skal halda til á vakrasta blettinum hjá okkum. Hetta verður ikki eitt prýðið fyri Eiði, sum okur kenna tað í skrivandi løtu.

At blíva við at fylla mold omaná mold, eru eisini fleiri dømir um, at tað kann fara á “skrið”, tá ið blot kemur í aftaná nógv regn, sum nóg mikið er av í okkara landi. Tá ið ein slík rúgva fer á glið, kann man bara vænta ein ræðandi tilstand. Í Randers í 2023 hendi tað, at ein moldgoymsla fór á skrið, við ólukkuligum fylgjum fyri umhvørvið har. Hetta er tað eg beri ótta fyri eisini kann koma fyri vesturi á Eiðinum.

Tí er mín áheitan á allar Vágbingar, at gera okkum øllum tann beina, at sigi frá, at hetta ikki má koma fyri.

Sjálvur havi eg lagt uppskot fyri býráðið, um at fara aðrastaðni við moldgoymsluni. Til eitt frægari og tryggari stað, og sum er minni sjónligt fyri eyga.

Tykur kunnu siga frá tykkara ónøgd við, at senda ein teldupost til vagur@vagur.fo ella við at ringja á tlf. nr. 663000 innan 7.november 2025.

Vinarliga

Rógvi Kærbech
Býráðslimur

Facebook viðmerkingar