Verður farið undir at útbyggja Skúladepilin í Suðuroy?

BySuðuroyarportalurin

22. oktober 2025

Seinastu tíðina hava vit í miðlunum hoyrt søgur um nýggjan Húsarhaldsskúla og um nýggjar hølisumstøður á Miðnámsskúlanum á Kambsdali, og um at gongd er sett á at byggja út á Tekniska skúla í Klaksvík. Alt góðar søgur.

Fyri 16 árum síðani, tíðliga á vári í 2009 var Skúladepilin í Suðuroy tikin alment í nýtslu. Skúladepilin gjørdist karmur um Miðnámsskúlan í Suðuroy og Heilsuskúla Føroya, sum fingu nýggjar hølisumstøður, víðari ræsur og umstøður til bæði starvsfólk og lesandi, sum hoyrdu tíðini til.

Síðani 2009 eru tilboðini í skúlunum í Skúladeplinum í Suðuroy tó nógv víðkaði og virksemi munandi økt.

Heilsuskúlin bjóðar nú eisini námsfrøðihjálpara útbúgving og tekur eisini inn ein eyka flokk av heilsurøktarum um árið. Á Miðnámsskúlanum er komin serbreyt og FSA (Føroyskt Sum Annaðmál). Nýggjar skipanir eru eisini komnar á Miðnámsskúlan, m.a. við presti, sálarfrøðingi og mentor – alt skipanir, sum krevja hølisumstøður.

Tá undirritaði vitjaði í Skúladeplinum herfyri varð greitt frá, at Miðnáms-serbreytin leigar hølir í gamla Hovs skúla. FSA hevur onki fast undirvísingarhøli. Bólkarúm til arbeiðsbólkar hjá lesandi verða eisini brúkt til undirvísing og ávirkar hetta eisini møguleikarnar at skipa undirvísingina. Starvsfólkini sita fleiri í somu skrivstovu, og tær eru frammanundan ov lítlar, og felags skrivstovan hjá miðnámsskúlalærarum rúmar ikki øllum lærarunum og er eisini ov lítil.

Greitt varð eisini frá, at avmarkaðu hølisumstøðurnar kunnu hava ávirkan á bæði trivnaðin hjá lærarum og lesandi á Skúladeplinum í Suðuroy.

Ónsdagin 22. okt. eru munnligir fyrispurningar í Løgtinginum og fari eg at spyrja Djóna N. Joensen, landsstýrismann, hesar spurningar:

1. Eru hølini í Skúladeplinum í Suðuroy nøktandi til tað virksemi, sum er á skúlunum á Skúladeplinum?

2. Ætlar landsstýrismaðurin at fara undir tilgongd at fremja útbygging á Skúladeplinum í Suðuroy, soleiðis at umstøðurnar verða nøktandi fyri tað virksemi, sum er á skúlanum?

Dennis Holm, løgtingslimur fyri Tjóðveldi

Facebook viðmerkingar