Saman um krabbamein

BySuðuroyarportalurin

21. oktober 2025

Tað er týdningarmikið, at eingi standa einsamøll, tá ið tey fáa krabbamein; tað er ein byrða, vit mugu bera í felag. Tí er tað undir heitinum Saman um krabbamein, at vit senda beinleiðis sunnukvøldið 26. oktober í 2025 frá klokkan 19.00 til 22.00. 

Hetta kvøldið fara vit at kaga í nógvar søgur hjá sjúkum og avvarðandi; vit fara at borðreiða við tónleiki og fáa undirhald, umframt at fáa innlit í arbeiðið hjá Krabbameinsfelagnum – og hvørja hjálp sjúk og avvarðandi fáa.

Longu nú ber til at stuðla og vera við í lutakastinum um flottu vinningarnar. Far inn á heimasíðu okkara krabbamein.fo

Facebook viðmerkingar