Beinleiðis stroyming av Nikotin- & tubbaksráðstevnuni í Miðlatúni

BySuðuroyarportalurin

21. oktober 2025

Nikotin- & tubbaksráðstevna verður hósdagin 23. oktober kl. 9.00-12.00 í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn. Tiltakið er ókeypis. RÁÐSTEVNAN VERÐUR EISINI STROYMD Í MIÐLATÚNI.

Aðalmálið við ráðstevnuni er, at eingin skal verða krøktur av nikotini og at fyribyrgja, at børn og ung tendra sína fyrstu sigarett. Gerst tú bundin av nikotini, eru sannlíkindini fyri, at tú eisini gerst roykjari, nógv størri.

Ráðstevnan vendir sær til politisku skipanina, myndugleikar, fólkaskúlar, miðnám, leiðslur, aðalráð, ítróttafeløg, handilsvinnu og stovnar. Málbólkurin er eisini øll, ið vilja vita meira um vansarnar við nikotini og tubbaki, og sum arbeiða fyri einum nikotin- og tubbaksfríum Føroyum.

Høvuðsrøðari er Charlotta Pisinger, professari í nikotin- og tubbaksfyribyrging, sum í áravís hevur verið ein ótroyttilig serfrøðingarødd innan økið.

Innihaldið á ráðstevnuni er fjølbroytt, og vit fara millum annað at hoyra um, hvørjar tubbaks- og nikotinvørur eru á marknaðinum, hví nýggju nikotinvørurnar eru ein trupulleiki, innflutningsmynstur í Føroyum, hvønn leiklut tubbaks- og nikotinídnaðurin hevur, og á hvønn hátt tey ungu ávirkast av nýggju nikotinvørunum. Eisini hoyra vit um fyribyrgjandi átøk, sum virka í øðrum londum, og hvussu tubbaks- og nikotinídnaðurin roynir at svara aftur. Harafturat hoyra vit um, hvussu vit bygnaðarliga kunnu hjálpa teimum sera krøktu ungu úr sínum nikotinbundinskapi.

SKRÁIN

  • Kl. 09.00 Vælkomin, May-Britt Skoradal, varadekanur á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi, Fróðskaparsetur Føroya & Noomi Gregersen, PhD, leiðari, Heilsustýrið
  • Kl. 09.05 Setan, Súsanna Bertholdsen, landstýriskvinna í heilsumálum
  • Kl. 09.10 Tað smakkar av bommi, men oyðileggur barnaheilan, Charlotta Pisinger, professari í tubbaks- og nikotinfyrbyrging, Center for Klinisk Forskning og Forebyggelse á Bispebjerg-Frederiksberg Universitetshospital.
  • Kl. 09.50 Innflutningur, rák og snúsvanar millum ung, Snorri Patursson, fólkaheilsusamskipari, Heilsustýrið
  • Kl. 10.05 Nikotin- og tubbaksnýtsla millum skúlanæmingar – ein løtumynd, Daisy Iversen, SSP- ráðgevi, Skúli, Sosialir myndugleikar og Politi
  • Kl. 10.20 Steðgur & netverkan
  • Kl. 10.40 Nikotin- & tubbaksorðaskifti, breitt umboðandi panel.
  • Kl. 11.20 Tað er nógv, sum vit kunnu gera – saman, Charlotta Pisinger, professari í tubbaks- og nikotinfyrbyrging, Center for Klinisk Forskning og Forebyggelse á Bispebjerg-Frederiksberg Universitetshospital.
  • Kl. 12.00 Takk fyri í dag

Orðstýrari er Óluva Zachariasen.

Facebook viðmerkingar