“Seinasta paradís á jørð” ársins besti norðurlendski filmur

BySuðuroyarportalurin

21. oktober 2025

Norðurlandaráðið hevur júst kunngjørt, at filmurin “Seinasta paradís á jørð” hjá Sakaris Stórá hevur vunnið filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins 2025. 

Handritið hevur Sakaris Stórá skrivað saman við Mads Stegger og Tommy Oksen.

Filmurin er ein donsk-føroysk samframleiðsla, og framleiðari er Jón Hammer. 

Í stuttum snýr “Seinasta paradís á jørð” seg um hin unga Kára, sum livir eina friðarliga tilveru í einari lítlari føroyskari bygd (Mynd: Úr “Seinasta paradís á jørð”)

“Seinasta paradís á jørð” er fyrsti føroyski filmur, ið er tilnevndur filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins, sum verður roknað sum týdningarmesta virðislønin fyri norðurlendskan film yvirhøvur.

Kelda: KVF

Facebook viðmerkingar