Strandferðslan er ikki meldað

BySuðuroyarportalurin

21. oktober 2025

SSL: Kringvarp Føroya førdi týskvøldið 7. oktober 2025 í Degi og Viku fram, at Sjóvinnustýrið hevur meldað Strandferðsluna í málinum um hekkuportrið á Galaxy. Tað er ikki rætt. Strandferðslan er ikki meldað í málinum.

Sambært upplýsingum frá Sjóvinnustýrinum kannar løgreglan í løtuni málið vegna Sjóvinnustýrið.

Við støði í upplýsingunum frá løgregluni fer Sjóvinnustýrið at gera eina løgfrøðiliga niðurstøðu um, hvørt brot er framt á viðkomandi reglur, sum løgreglan síðani kann velja at fylgja.

Strandferðslan samstarvar við løgregluna um málið.

Facebook viðmerkingar