Vágs skúli bjóðar foreldrum og øðrum áhugaðum til opið hús!

BySuðuroyarportalurin

20. oktober 2025

Í samband við stuðulstiltakið hjá Krabbameinsfelagnum, skipar Vágs skúli fyri opnum húsi tórskvøldið frá klokkan 17 til 19.

Næmingarnir hava í vikuni havt evnisviku, har teir hava arbeitt við evninum “samfelag”. Endamálið við evnisvikuni er at samla pengar inn til innsavningina hjá Krabbameinsfelagnum.

Næmingarnir hava hesa vikuna arbeitt í ymiskum verkstovum, millum annað, bakarí, tíðindastovu, pizzaria, biograf og aðrar, júst sum í veruliga samfelagnum. Tó hevur verið goldið fyri vørur og tænastur við “skúlapengum”.

Tey, sum koma inn tórskvøldið, veksla reiðan pening í “bankanum”.Tykur stuðla við at seta pengar inn í bankan, so fáa tykur “skúlapengar” at brúka í samfelagnum.

Bárður Augustinussen fer at taka myndir til jólakort.

Innkomni peningurin fer til Krabbameinsfelagið.

Facebook viðmerkingar