Tórskvøldið verður áhugaverd framløga í Miðlatúni við Sonju og Anders. Fyrilesturin byrjar klokkan 20.00 og er ókeypis.
Á hesi framløgu fara Sonja og Anders at greiða frá lívinum og menningini á Træna – okkurt, sum nógv í Vági, og í Føroyum, kanska kunnu kenna seg aftur í.
Sonja (32) og Anders (36) koma frá lítlu oynni Træna, sum liggur í Norðurnoregi. Sonja er uppvaksin á oynni, meðan Anders flutti har til fyri nøkrum árum síðani. Sonja og Anders eru í Vági í løtuni í samband við listaverkætlanir í FabLab og á Vágs havn.
Í Træna kommunu búgva í dag umleið 450 fólk, og tí at oyggin og økið kring Træna hava verið fólkaði í 9.000 ár, verður vágin kalla elsta fiskivágin í Norra.
Her hevur altíð verið fiskivinna og landbúnaður, men eins og í mongum øðrum smáum útjaðarasamfeløgum eru stórar broytingar farnar fram seinnu 100 árini. Nú eru tað laksavinna, tónleikafestivalar, ferðamannaskip og luksushotell, sum seta nýggjan dám á oynna.


Facebook viðmerkingar