Vágs kommuna: Tað hevur gingið væl hjá Vágs Kommunu í ár, og tað fáa barnafamiljur í Vági ágóðan av. Tey foreldur, sum hava børn í frítíðarsskúla, barnagarðinum og vøggustovuni hjá kommununi fáa eina jólagávu frá býráðnum aftur í ár. Jólagávan er, at tey sleppa frá at rinda ansingargjald nú í desembur.
Hetta verður aftur í ár jólagávan frá býráðnum til okkara barnafamiljur, sigur Levi Mørk, formaður í barna-og ungdómsnevndini og varaborgarstjóri hjá Vágs Kommunu.
Uppskotið hjá Barna-og ungdómsnevndini um, at einki ansingargjald verður kravt í jólamánaðinum, varð samtykt á býráðsfundinum í gjár. Somuleiðis er ætlanin, at juli og desembur verða lagdir sum fastir mánaðir uttan ansingargjald í fíggjarætlanini fyri 2026.
Harafturat bjóðar Vágs Kommuna longu nú ókeypis matarskipan til øll børn á dagstovnaøkinum.
Inntøkurnar av skatti hava verið framúr góðar aftur í ár, og kommunan fer at hava nakrar milliónir krónur meira í inntøkum, enn mett varð frammanundan.
Sjálvandi skulu vit verja um hjá foreldrunum, sum hervið fáa ein litlan bata til jólar, eins tey hava fingið í 2023 og 2022. Vit vita jú, at nógv er at gjalda í desembur. Men hettar verður eisini lagt inn í eina fasta legu í fíggjarætlanini fyri 2026. Tað sigur Levi Mørk, formaður í barna-og ungdómsnevndini, sum eisini er varaborgarstjóri hjá Vágs kommunu.


Facebook viðmerkingar