HB rýmdi av vøllinum á Eiðinum, men vann 9-0

Árið 1966 var eitt spennandi fótbóltsár í Vági. Hetta var fyrsta árið VB spældi í bestu deildina í fótbólti eftir at hava vunnið uppflyting árið frammanundan. Talan var ikki um nakað lætt kappingarár fyri nýggja liðið í bestu deildini og VB endaði eisini niðast í deildini.

Onkrar annarleiðis søgur eru frá hesari tíðini, kanska serliga frá einum dysti á Eiðinum 24. juli 1966 millum VB og HB.

Dysturin er ígongd og tað var javnleikur 2-2 og so verður dømt brotsspark til VB seint í fyrra hálvleiki. Dómari var Karl Johannesen av Tvøroyri.

Gudmund Larsen varð settur at skjóta og skjýtur framvið málinum. Dómarin dømur umspark, tí HB-málverjin var farin áðrenn brísklað varð.

Rok kom nú í og HB-málverjin legðist á dómaran og varð vístur av vøllinum. Og tá rýmdi HB-liðið av vøllinum og dysturin varð ikki spældur liðugur.

HB kærdi til ÍSF um dystin og ÍSF kom uppí málið. Nakað av brævasamskiftið var úr Havnin til Vágs og úr Vági til Havnar um dystin.

ÍSF gjørdi niðurstøðu og dømdi umdyst, sum skuldi spælast í Havn. VB noktaðu at møta til dystin og varð dømt at tapa 0-9.

VB liðið varð mannað soleiðis til dystin: Páll Kjærbo (M), Petur Winther, Niels Augustinuyssen (L), Piddi Strøm, Gudmund Larsen, Brynjolf Dahl, Mogens Dahl, Hannemann Muller, Páll Augustinussen, Hans Jacob Hjelm, Ólavur Mikkelsen. 

Søgan endurtekur seg næstan árið eftir

Árið eftir, í 1967, endurtekur søgan seg næstan.

Summarið 1967 var í Vági merkt av sokallaðu buldrum og ristingum í Vági. Nógv fólk vóru bangin um støðuna og fleiri fólk rýmdu úr Vági hetta tíðarskeiðið í apríl og mai í 1967. Á Facebook-bólkinum “Buldrini í Vági” eru fleiri søgur frá hesari tíðini, tú finnur bólkin her.

7. mai 1967 var dystur settur at verða millum VB og HB á Eiðinum í Vági. Hetta var um tað mundi, har buldrini og ristingarnar vóru uppá tað mesta í Vági. HB søkir um at fáa útsett dystin, men tað vil VB ikki.

Endin verður tó, at HB verður dømt at vinna dystin 9-0.

Upptøkurnar niðanfyri eru frá 1965, tá Reynir vitjaði í Vági.

Facebook viðmerkingar