TB boðar í kvøld frá, at Torkil Úlvur hevur skrivað undir ein 3 ára sáttmála við TB.
Torkil er ein av lokalu stjørnuskotunum, sum er uppvaksin í felagnum.
Í januar í ár skrivaði Torkil undir ein tvey ára sáttmála við B68. Í summar kom hann aftur til TB, tá TB leigaði hann frá B68 kappingarárið út.
Nú eru TB og B68 komin ásamt um at loysa sáttmálan, og Torkil er sostatt aftur TB-leikari burturav.
Hóast sín unga aldur hevur Torkil longu fingið nógvar dystir á hægsta stigi og hevur eisini umboðað Føroyar á ungdómslandsliðunum.


Facebook viðmerkingar