ÍtróttaELDSÁLIN 2024

ÍF: Í Føroyum eru nógvar eldsálir og á ÍtróttaFAGNAÐINUM, sum verður í Løkshøll – leygarkvøldið 1. februar verður ÍtróttaELDSÁLIN 2024 funnin.

Tey trý, sum eru í uppskotið til heiðurin ÍtróttaELDSÁLIN 2024 eru Súsanna Maria Hansen – B36, Hildigarð Eliassen-ÍF og  Marlon Kjærbo – Susvim

Hildigarð Eliasen, ÍF
Hildigarð Eliasen hevur nógv nøvn og nógvar hattar: ÍF-kemparin, ÍF-mamman, ÍF-omman, Frú ÍF, Ársins ÍF-fjeppari, samskipari, peningarøkil, ábyrgdari av tombola – bara fyri at nevna okkurt úr rúgvuni.

Hildigarð hevur ríkað ÍF í ein mansaldur við nærveru og ágrýtni, og hon hevur altíð gjørt tað á rættan hátt – við ítróttarliga andanum í miðdeplinum.

Tað munnu vera fá í føroyska fótbóltsumhvørvinum, sum antin ikki hava hoyrt um ella havt okkurt við Hildigarð at gjørt. Hon er kend – bæði fyri sítt álvarsemi, speisemi og at hon ongantíð er bangin fyri at siga sína hugsan.

Hildigarð hevur í áravís tryggjað sær, at ÍF altíð var ein góður vertur, at dómararnir vóru í lagi og at okkurt altíð var til matna – sama um talan var um 8 ára gomul ella tey á bestu liðunum.
Hildigarð byrjaði at hjálpa til, meðan maðurin var virkin og meðan børnini spældu. Men hóast Hildigarð nú er komin væl til árs við sínum 77 árum, so loysir hon framvegis uppgávur fyri ÍF.

Aldurin er eingin forðing fyri, at hon kann samskifta við og millum tey ungu, tí hon hevur eitt ungdómmiligt sinnalag, og enn í dag merkir ÍF-nevndin hennara dygga stuðul í dagliga arbeiðnum.

Vit eru mong, sum eru errin, glað og takksom fyri tað, Hildigarð Eliasen hevur verið fyri ÍF og Fuglafjørð.

Súsanna Maria Hansen, B36
Súsanna Maria Hansen er ein, ið viðhaldsfólk, leikarar, venjarar og onnur rundanum B36 eru ómetaliga takksom fyri og hava sera stóra virðing fyri. Hon er ein ímynd av B36 og umboðar felagið á allar virðiligasta hátt. Við sínum jaliga og rúmliga lyndi fær hon bæði okkum B36’arar og gestir okkara at kenna okkum vælkomin í B36-húsið.

Súsanna byrjaði í B36 sum smágenta. Hon hevur t.d. verið liðskipari hjá besta kvinnuliðnum og millum berandi kreftirnar, og síðani hon í 2022 kom í nevndina hevur hon eisini havt kvinnufótbótin undir sínum veingjabreiði. Hon hevur lagt ómetaliga stóra orku í alt virksemið kring kvinnufótbóltin. Seinastu tvey árini hevur hon verið næstforkvinna, men hon er samstundis eisini venjari – og tað hevur hon verið síðani 2014.

Súsanna er eitt trivnaðar- og felagsskapsfólk av Guðs náði. Hon trýr uppá, at um fólk vera sædd, kenna seg vælkomin og verða boðin við, so trívast tey betur og geva aftur til felagsskapin. Hon er engagerað og virkin, hon stuðlar og heppar øll í felagnum og fær øll at vilja og geva til felagsskapin, í viðgongd og mótgongd og teir vanligu dagarnar ímillum. Súsanna er smílið í B36.

Marlon Kjærbo, Susvim
Marlon hevur verið virkin í Suðuroyar Svimjifelag í útvið 20 ár – harav 17 ár sum formaður.

Hann gjørdist virkin í felagnum, tá ið dótturin fór at svimja í 2006. Í 2007 vórðu Tvøroyrar svimjifelag og Vágs Svimjifelag løgd saman til Suðuroyar svimjifelag (SuSvim), og tað liggur Marlon nær, at felagið skal virka fyri alla oynna. Við hansara umfavnandi evnum, hevur hetta eydnast væl, og felagið er sjónligt og virkið í báðum helvtum av Suðuroynni. Tá sponsorar skulu finnast, er Marlon eisini tann, sum fer inn á gólvið og prátar við teir.

Hóast dótturin nú er givin at svimja, er Marlon kortini trúðfastur til svimjikappingar bæði í Føroyum og uttanlands – antin sum hjálparfólk ella sum fjeppari. Eru tiltøk á skrá, gongur hann á odda. At gera klárt til kappingar, vera jólamaður til jólahaldið ella bara við smáum góðum ella stuttligum gerðum.

Við sínum smittandi lætta og stuttliga lyndi, er hann umráðandi fyri felagskapin, og svimjarirnir eru eisini góðir við Marlon, sum dugur so sera væl at vera um tey. Ein barnavinur burturav. Hann er sera skemtingarsamur, men dugur eisini at vera nærverandi. Hann vísir áhuga fyri hvørjum einstakum, og tað er sigandi, at tá ið børnini skrivaðu jólakort í skúlunum, fekk Marlon nøkur kort, har ungir svimjarar skrivaðu og takkaðu honum fyri.

Til gallaveitslu hjá svimjisambandinum í november, gjørdist SuSvim ársins felag – kosið av umboðum úr øllum feløgum í landinum. Tað er fyri stóran part Marlon Kjærbo at takka, at SuSvim er eitt so gott felag.

ÍtróttaFAGNAÐURIN 2024 verður í Løkshøll leygarkvøldið 1. februar og verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.

Samstarvsfelagar til Ítróttafagnaðin 2024 eru:
SMS – Bakkafrost – MBM – Betri – Atlantic Airways – Smyril Line – Runavíkar Kommuna

Facebook viðmerkingar