
Nú seinnapartin fara 4 føroyskir svimjarar og 2 venjarar/leiðarar undir longu ferðina beinleiðis frá Oyggjaleikum á Orkney, til HM 2025 í Singapore. Luttakaralistarnir síggjast her hjá World Aquatics, sum sjálvsagt benda á harða kapping, men eisini møguleika hjá okkara at kunna plasera seg í topp-32
Føroyska luttøkan á HM 2025
- Bjarta í Lágabø (2009, SuSvim) – 50 og 100 rygg
- Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) – 50 og 100 bringu
- Líggjas Joensen (2008, Ægir) – 800 og 1500 frí
- Isak D. Brisenfeldt (2006, HS) – 200 firvald og 200 blandað
- Føroyar – 4×100 frí og 4×100 blandað
Við teimum eru Barbara Debes sum ferðaleiðari, og Rúni Gaardbo sum venjari
Tey ferðast rímiliga beinleiðis, og koma eftir ætlan fram til Singapore seint sunnukvøldið, sum eru 7 tímar frammanfyri okkum.
Kappingin byrjar ikki fyrr enn næsta sunnudag hin 27. juli, og eru hesir fyrstu dagarnir tá til at venja seg við umstøðurnar har, og at venja seg við tíðarmunin.
Síðani verður kappast soleiðis:
- Sun 27. juli – eingin føroysk luttøka
- Mán 28. juli – Bjarta 100 rygg, Lea 100 bringu
- Týs 29. juli – Líggjas 800 frí, Isak 200 firvald
- Mik 30. juli – Bjarta 50 rygg, Isak 200 blandað, liðið 4×100 blandað
- Hós 31. juli – eingin føroysk luttøka
- Frí 1. aug – eingin føroysk luttøka
- Ley 2. aug – Lea 50 bringu, Líggjas 1500 frí, liðið 4×100 frí
- Sun 3. aug – eingin føroysk luttøka
Facebook viðmerkingar