
Úr “Ískoytispartur til ólavsøkufrágreiðing løgmans 2025”:
Politisk semja er um at halda fram við fyrireikingum til ein Suðuroyartunnil við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum.
Á fundi í Tinganesi tann 10. juni 2025 millum løgmann, politisku forfólkini og politiska fylgibólkin
var semja um fylgjandi viðurskifti:
● Politiski fylgibólkurin verður víðkaður til eisini at fevna um forfólkini í øllum flokkum
á løgtingi, og kunningarfundir verða leypandi fyri tingfólk
● Tað verður framhaldandi P/F Suðuroyartunnilin, sum skal standa fyri fyrireikingar-
arbeiðinum, herundir at framleiða tilfar til politiska støðutakan.
● Framleiðast skal eitt avgerðarnotat, sum fevnir um lýsing og samanbering av tveimum
farleiðum, sum knýta Suðuroynna upp í meginøkið. Tá tilfarið er framleitt, verður politisk
støða tikin til farleið.
● Notatið skal fevna um lýsing av undirsjóvartunlum, vegum og tunlum á landi fyri báðar
farleiðir.
Somuleiðis er semja um, at farleið 1 fevnir um undirsjóvartunnil millum Djúpadal og Sandvík
við vegaføring gjøgnum Sands bygd til Sandoyartunnilin og atkomutunnil til Skúvoyar.
Fyri farleið 1 skal gerast forprosjekt fyri ein atkomutunnil til Skúvoyar, umframt vegir og tunlar,
sum binda Sandoyartunnilin í Traðadali og Suðuroyartunnilin í Djúpadali saman. Talan er um ein
tunnil gjøgnum Sandalíð, sum er umleið 1 km langur, og veg gjøgnum Sands bygd við tveimum
rundkoyringum, so verandi bygdavegir í stóran mun verða varðveittir til m.a. bleyta ferðslu.
Farleið 2 fevnir um undirsjóvartunnil millum Traðardal og Sandvík við eini íbínding til tunnil til
Skúvoyar.
Fyri farleið 2 skal gerast prosjektlýsing, so til ber hjá politisku skipanini at samanbera við forprosjekt, sum er gjørt fyri farleið 1.
Fyri báðar farleiðir eru tey somu vega- og tunnilskervi í Suðuroy atknýtt, ið eru lýst í forprosjekti,
sum LBF hevur framleitt fyri P/F Suðuroyartunnilin.
Semja er um, at íbinding í Skúvoy skal vera partur av útboðnum av Suðuroyartunlinum. Í farleið 2
er boring úr Skúvoy ein fortreyt. Verður farleið 1 vald, kann Skúvoy bindast í Suðuroyartunnilin
við at bora upp til ella niður úr Skúvoy. Í útboði av farleið 1 kann íbinding í Skúvoy vera ein
valmøguleiki.
Lýsingin av báðum farleiðum skal fevna um:
● Tey trygdarátøk, ið mælt verður til, og sum farið verður at søkja um góðkenning til,
um politiska skipanin velur ta farleiðina.
● Eina kostnaðarmeting, ið er so neyv, sum hon kann verða, tá eitt forprosjekt er gjørt.
● Eina tíðarætlan, sum umframt projektering, byggitíðarskeið v.m., eisini skal fevna
um lóggávutilgongdina.
Fyri báðar farleiðir skal lýsast, hvørji umhvørvisviðurskifti og náttúruárin krevja eina nærri lýsing.
Eitt nú skal verða greitt, hvussu spurningurin um loyvini at fylla grót úr tunlinum á sjógv við tí
endamáli at gera eina fyribils havn í Skúvoy kann avgreiðast.
Facebook viðmerkingar