
4,2 milliardir krónur
Suðuroyartunnilin er størsta og møguliga dýrasta verkætlanin í Føroya søgu; men er hon so kostnaðarmikil, sum vit fyrigykla okkum?
Hjálagdar eru áhugaverdar ritmyndir, íð samanbera kostnaðir í føroyska undirstøðukervinum í tíðarmundinum frá 1979 til 2024. Eisini er samanberandi forsøgn um kostnaðir í tíðarbilinum frá 2025 til 2035 tikin við – íroknað Suðuroyartunnilin í gerð. Ritmyndirnar sýna fram lutfallið millum kostnað á samferðsluøkinum og landsins fíggjarorku (tvs. okkara førleiki at bera kostnaðin).
Sí ritmyndirnar niðanfyri.
Peningaupphæddir

Ritmynd 1: kostnaðurin í peningaupphædd – Mourits Joensen, búskaparfrøðingur (2023).
Fyrsta ritmyndin hevur ikki fyrilit við landsins fíggjarorku. Her sæst Suðuroyartunnilin (ytsti guli stabbin til høgru) reisa seg barðrættur sum ein bulmikil risi.
Kostnaðir samanborið við landsins BTÚ
Bruttotjóðarúrtøka (BTÚ) er altjóða viðurkend máteind, sum vísur fíggjarstøðuna – fíggjarliga vøksturin og vælferðina – í einum landi. Altjóða skuldarmarkið er grundað á BTÚ. Evropiska gjaldoyrasamstarvið (EGS) mælir til, at skuldarmarkið ikki fer upp um 60 % av BTÚ. Føroyska skuldin er lág; 30 % av BTÚ.

Ritmynd 2: kostnaðir í BTÚ – Mourits Joensen, búskaparfrøðingur (2023).
Seinna ritmyndin greiðir frá, hvussu nógvar hundraðpartar av BTÚ landskassin hevur lagt – og vónandi ætlar at leggja – í samferðslukervið í áramálinum frá 1979 til 2035. Ritmyndin tekur støði í, hvussu nógv samferðslukervið hevur kostað – og framhaldandi fer at kosta – samanborið við tað, vit eru før fyri at bera fíggjarliga.
Her sæst, at Suðuroyartunnilin (ytsti guli stabbin til høgru) er minkaður munandi í mun til fyrstu ritmyndina.
Støðugt hækkandi BTÚ
Skulu vit skilja veruliga vavið á verkætlanini, skal hon setast uppímóti tí, vit orka at bera fíggjarligt. Við støði í BTÚ kravdi samferðslukervið mest av samfelagsbúskapinum í 1988, har vit løgdu 4,5 % av BTÚ í vegir, tunlar og viðlíkahald. Suðuroyartunnilin (í byggitíðini) – og aðrir samferðslukostnaðir – metast í mesta lagi at kosta 2,7 % av BTÚ.
1988 – kostnaður/samferðslukervi: 4,5 % av BTÚ
2027 – kostnaður/samferðslukervi og Suðuroyartunnilin: 2,7 % av BTÚ
Orsøkin til, at Suðuroyartunnilin ikki verður mettur at krevja so nógv av samfelagsbúskapi okkara, er, at Føroyska bruttotjóðarúrtøkan er hækkað ómetaligt – hon hækkar støðugt.
Frá 1998 til í dag er BTÚ hækkað 21,7 mia. kr. (útvið 400 %).
1998 – BTÚ: 7,4 mia. kr.
2025 – BTÚ: 29,1 mia. kr.
Sí skíggjamynd um hækkandi BTÚ (2022-26) niðanfyri.

Kelda: Hagstova Føroya og Búskaparráðið (2024)
Tempus Fugit (tíðin flýgur)
Dømini um prísvøkstur eru mong. Vit kunnu tríva í eitt ítøkiligt dømi, har eitt hús á Tvøroyri í 1915 varð keypt fyri 1.100 krónur (kelda: skjøl á Landsskjalasavninum). Sama hús varð av ognarseljara virðismett 1,5 til 2 miljónir krónur í 2021.
Húsarhaldini í Føroyum hava kensil við prísvøksturin. Áminningin um prísvøksturin vitjar okkum tíðum í handilsørindum. Gerandisvørur dýrka árliga – onkuntíð mánaðarliga – og tí mugu yrkisfylkingar (fakfeløg) javnan samráðast við arbeiðsgevarar og krevja lønarhækkan.
“Hetta landið er títt, hetta landið er mítt” – Hans Andrias Djurhuus
Ritmyndirnar avdúka ein sannleika, íð kveistrar burtur ivamálini um, hvørt vit hava ráð at byggja Suðuroyartunnilin ella ikki. Fyrra ritmyndin er ímyndin av boðskapinum, sum hevur rungað í almenna rúminum í seinastuni. Øtiligar peningaupphæddir verða nevndar, hóast fá mæla orð um, at peningurin er minkaður í virði, og at landsins BTÚ er hækkað munandi. Vit mugu fyrihalda okkum til, hvat tunnilin kostar samanborið við fíggjarliga mátt okkara.
Ongantíð hevur dugnaloysið verið okkara arvur, og vit mugu ikki venda samoyggjarfólki okkara bakið, nú tað er staðfest, at vit væl megna at bera kostnaðin av Suðuroyartunlinum.. Tað veldst um politiskar raðfestingar, og tað er á politiska vígvøllinum, vit skulu stríðast, tí fíggjarliga hava vit ikki ráð at skáka okkum undan tunnilsbyggingini.
Raðfesta vit Suðuroyartunnilin, eru ómetaliga peningaupphæddir at spara, tá akandi verður undir Suðuroyarfjørði heldur enn siglandi í honum. Eisini er Suðuroy á tremur við tøkum (talumál: tómum) bústøðum til bústaðarleys – 422 tøkir bústaðir í 2019 (kelda: Kommunufelagið, 2019). Tað kann gerast lokkandi at selja bústaðir í Suðuroy, um húsaprísirnir hækka.
Harafturat fær vinnan lut í føroyska samanskotsgildinum. Í løtuni eru áleið 220 privatar fyritøkur í Suðuroy lutvíst útihýstar í føroyska aldingarðinum (meginøkinum). Fyritøkur í Suðuroy mugu ikki avmarkast av veðri, ferðaætlan og plásstroti; og vinnurekandi skulu ikki leggjast á knúgvabrot orsaka av óhøgligari atgongu til samfelda marknaðin.
Vit eiga øll hetta landið, og stundin er komin til handa, har vit tríva í møguleikarnir, hetta landið hevur at bjóða.
Við kvøðum
Vinarliga
Snæbjørn Bærendsen
Facebook viðmerkingar