TARI fingið játtað Flaggskipsverkætlan úr Fiskivinnuroyndum

Verkætlanin “Menning og framleiðsla av kostískoyti og virkismati (functional food) úr marinari rávøru” skal menna kostískoyti og virkismat úr svartkjafit og trælsrassi.

Luttakarir í verkætlanini eru TARI Spf., Primafisk Spf., Fróðskaparsetur Føroya og Universitetið í Stavanger. Agnes Mols Mortensen frá TARA leiður verkætlanina.

Burðardygd er ein fortreyt fyri at flyta føroyska framleiðslu inn í framtíðina, og virðisøking av hágóðsku marinari rávøru til ymiskar vørubólkar, so sum kostískoyti og virkismat, hevur tær grunnleggjandi fortreytir fyri at kunna mennast burðardygt. Við lutfallsliga smáum rávørunøgdum ber til at framleiða liðugt virkaða vøru við lutfallsliga høgum marknaðarvirði.

Kostískoyti og virkismatur kann mennast burtur úr marinari rávøru, og bæði fiskur, tari og ryggleys dýr hava heilsugóðar eginleikar, ið kunnu gagnnýtast í slíkum vørum. TARI Spf. hevur ment eitt kostískoyti burtur úr tara og hetta menningararbeiðið hevur verið gjørt í granskingarsamstarvið við Universitetið í Stavanger. Á starvsstovuni í Stavanger verður kostískoyti úr tara, millum annað, kannað fyri antiinflamatoriska og antioxiderandi ávirkan á livandi kyknur. Úrslit higartil vísa greið tekin um lívvirkni í kostískoytinum. Royndirnar við tarakostískoytinum hava givið okkum eitt vitanargrundarlag at arbeiða víðari við, og við at breiðka rávørugrundarlagi til eisini at fevna um onnur marin sløg, meta vit, at fjølbroyttir møguleikar eru innan hetta slagi av virðisøkingin.

Í hesi verkætlan fara vit at kanna føðsluevnir í svartkjafti og trælsrassi og kanna lívvirkni, í hesum báðum sløgum, á livandi kyknur. Eisini fara vit at menna kostískoyti og/ella virkismat úr rávøruni og byrja eina royndarframleiðslu. Eitt annað endamál við verkætlanini er at menna vitan og gransking innan virðisøking av tilfeingi í Føroyum. Tí verður eisini dentur lagdur á at skapa netverk millum granskarar og onnur áhuga innan fyri hetta økið og harvið menna eitt grundarlag fyri matvørugransking á Fróðskaparsetrinum.

Facebook viðmerkingar