Nú er sum flest øllum kunnugt, Føroya Pedagogfelag í verkfalli og loysnin er sjálvsagt at partarnir fara aftur til samráðingarborðið. Men, tey sum valda vilja sjálvandi ikki gjalda, sær tað út til og tey kasta ábyrgdina eitt nú til tey sum eru í hesum verkfalli.
Hettar er langt úti og stríð ímóti demokratinum og minnir um støðuna hjá londum sum eitt nú Norður Korea, har fólk eru undirkúðaði og bert ein hevur valdið og øll skulu gera sum valdsharrin sigur!
Eg sipið her til tær seinastu orðini hjá stjóranum í Almmannaverkinum, har hann vil geva teimun ein harðan straff, um tey ikki akta hansara boðum.
Hóast fasti Gerðarættur, gevur Pedagogfelagnum fullan stuðul. Her flytir hann fokus, og gevir sínum egnu starvsfólkum skylduna og ístaðin fyri at fara á rætta stað og tað er landsstýriskvinnuna í Almannamálum.
Hinvegin er tað eisini ábyrgdin hjá Fíggjarmálaráðnum, at fáa eina endaliga semju millum partarnar.
So seint sum í gjár, vildi Føroya Løgting blanda seg uppí, men sum eg havi skilt tað, sum vóru tað, tvey skilafólk á Føroya Løgtingið, sum ikki vildu tað, rós til tykkum bæði Djóni Nolsøe Joensen og Sonja J. Jógvansdóttir.
Mín boð eru til tykkum, gevið pørtunum frið, og roynið heldur, at fáa partarnar aftur til samráðingarborðið.
Lat okkum nú eisini síggja hesa vinstra sinnaðu sjórn, á Føroya Løgtingi í verkið.
Gevið heldur hesum fakbólki frið, meira í løn og betri rættindir. Sum tey so sannliga hava uppiborið og vendi kanónina eftir tykkum sjálvum.
Gleðilig jól herfrá.
Levi Mørk, námsfrøðingur og býráðslimur
Facebook viðmerkingar