Maskinførari til miðøkið hjá Landsverki

Landsverk søkir dugnaligan og álítandi maskinførara til miðøkið (Streymoynna, Vágar og norðara part av Eysturoynni) at byrja skjótast gjørligt.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um:

  • viðlíkahald av landsvegum
  • vetrarhald
  • aðrar fyrifallandi uppgávur

Førleikakrøv
Viðkomandi royndir innan oman fyri nevndu arbeiðsuppgávur er ein fyrimunur, men eingin treyt. Tó skalt tú hava stóra koyrikortið. Um tú ikki hevur royndir í at koyra entreprenørmaskinur, sum eitt nú gravi- og lessimaskinur, verður upplæring givin.

Sum persónur vænta vit, at tú er ágrýtin og hevur hug at seta teg inn í nýtt arbeiði. Vit vænta, at tú ert samstarvandi, arbeiðssamur, dugnaligur og væl skipaður. Harumframt skal tú dáma at arbeiða sjálvstøðugt, vera fyrikomandi og ein arbeiðsglaður viðleikari, ið gevur eitt jaligt íkast til arbeiðsplássið.

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at arbeiðsuppgávum.

Setanarviðurskifti
Talan er um eitt tímalønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Tín fasti arbeiðsstaður er í Kollafirði, og arbeiðsøkið fevnir um alt miðøkið. Tó kann tað koma fyri, at tú skal loysa uppgávur aðra staðni í landinum.

Í sambandi við vetrarhaldið og kavarudding kann roknast við, at arbeiðsdagurin byrjar kl. 05:00 á morgni í Norðstreymoy/Norðeysturoy.

Roknast má við nakað av úrtíðararbeiði. Hetta ger seg serliga galdandi í vetrarhálvuni.

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo. Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 02. januar 2018.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Bjarna Petersen, økisleiðara, tlf.: 290 887, teldupostur: bp@lv.fo.

Facebook viðmerkingar