Suðuroyar Sparikassi søkir deildarleiðara

BySuðuroyarportalurin

25. september 2026

Suðuroyar Sparikassi – einasti bankin við høvuðssæti í Suðuroynni – søkir deildarleiðara til deildina í Vági.

Hóast vit eru 4. størsti peningastovnur í Føroyum, eru vit ein lítil banki, har arbeiðið er fjølbroytt og samstarvið tætt. Vit leita eftir tær, sum brennir fyri at leiða, menna, hugkveikja og flyta starvsfólk rætta vegin. Tú fært saman við kundastjóranum ábyrgdina av at leiða og menna kundadeildina í Vági.

Vit vænta, at tú dugir væl at geva íblástur og menna starvsfólk, so tey alsamt veita kundum okkara bestu
ráðgevingina, eins og tú hevur eitt inniligt ynski um at menna nærumhvørvið og vera andlitið hjá bankanum í Suðuroy

Førleikakrøv
Vit vænta, at tú:

  • hevur royndir við bankavirksemi
  • hevur eina viðkomandi millumlanga ella hægri
    útbúgving frá hægri lærustovni
  • hevur leiðsluroyndir
  • ert hugkveikjandi, fyrikomandi, ágrýtin, fleksibul og
    miðar eftir úrsliti til frama fyri kundan og bankan.

Sum leiðari verður væntað av tær, at tú kanst handfara krevjandi støður, ikki óttast avbjóðingar og trívist við fjølbroyttum uppgávum.

Upplýsingar um starvið
Hevur tú hug at frætta meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Søren L. Bruhn, stjóra,
á telefon 239872 ella á soren@ss.fo ella Rúna Heðinson, kundastjóra, á telefon 239873, ella á runi@ss.fo.

Starvsbyrjan er eftir avtalu.

Umsókn
Umsókn skal sendast til Suðuroyar Sparikassa, Vágsvegur 60, 900 Vágur, mótt.: Søren L. Bruhn, ella til soren@ss.fo.

Umsóknarfreistin er 19. oktober 2026

Suðuroyar Sparikassi

Facebook viðmerkingar