Eitt heilsurøktarastarv er leyst at søkja á Sambýlinum í Vági. Talan er um eitt farloyvisstarv frá 01. nov. 2026 til 31. aug. 2027 á brøki 0,8 við møguleika fyri størri brøki. Talan er um skiftandi vaktir.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:
– Útinna umsorgan, røkt/sjúkrarøkt, samsvarandi ábyrgd og førleikum
– Gera og fylgja røktargongdum sum eru lagdar fyri borgarar
– Skjalfesta heilsurøkt og útinta sjúkrarøkt
– Luttaka í samrøðum við borgarar og avvarðandi
– Førleikamenning, sum er ein natúrligur partur av starvinum
Førleikar
– Prógv sum heilsurøktari
– Góðan telduførleika
– Er fakliga dugnalig/ur, ábyrgdarfull/ur, virðilig/ur og umsorganarfull/ur
– Megna at síggja tørvin hjá tí einstaka báði fysiskt, psykiskt, socialt og andaligt
– Megnar at arbeiða í einum tvørfagligum samstarvi, sjálvstøðugt og í toymi
– Hava jaligan hugburð og virka fyri einum góðum umhvørvi og trivnaði
– Góð evnir at samskifta og samstarva við starvsfelagir, leiðslu og avvarðandi
– Er røkin og skipað/ur við skráseting av heilivági
– Er støðug/ur og álítandi
– Hevur fakligan áhuga og viljan at læra
Vit vænta, at umsøkjarin:
– Hevur áhuga at arbeiða innan eldraøkið
– Er fakliga dugnalig/ur, ábyrgdarfull/ur og umsorganarfull/ur
– Dugur at raðfesta uppgávur
– Kann arbeiða dag, kvøld, nátt og vikuskiftir
– Vil stuðla undir og veita eina dygdargóða tænastu
– Stimbrar heilsu og trivnað hjá borgarunum
– Fyribyrgir sjúku, endurmennir og/ella varðveitir førleikar
– Veitir umsorgan og røkt í góðum samstarvi við borgaran og avvarðandi
– Hevur evnini at vera málrættaður og skipaður í síni tilgongd til arbeiðið
– Hevur evni at seta seg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum
– Er empatiskir í sínum samstarvi við borgaran og avvarðandi
– Megnar at handfara og tillaga seg broytingar
Vit kunnu bjóða:
– Fjølbroytt starv
– Avbjóðandi arbeiðsuppgávur
– Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum
– Góðar umstøður
– Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
– Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaður er Bú- og Heimatænastan í Suðuroy, við arbeiðsstaði á Sambýlinum í Vági.
Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/ Kommunala Arbeiðsgevarafalagið og Heilsurøktarafelagið.
Søkir skikkaður umsøkjari ikki starvi, kunnu aðrir fakbólkar verða settir – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til bhs@bhs.fo ella til:
Bú- og Heimatænastan í Suðuroy
Vágsvegur 22
900 Vágur
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 11. okt.
Nærri upplýsingar um starvið á Sambýlinum í Vági fæst við at venda sær til:
Beintu Virgarsdóttir, deildarleiðara á Sambýlinum í Vági, á tlf. 793530, beintav@bhs.fo ella til Daimi Kjærbo úr Hørg, eindarleiðara, á tel. 793503, daimik@bhs.fo.
Sambýlið í Vági
Sambýlið í Vági er eitt ellisheim ið liggur á Stórheyggur 9 í Vági, har heimið hevur eitt sera gott og vakurt útsýnið, yvir umhvørvi í Vági. Á heiminum eru 12 búplássum.


Facebook viðmerkingar