Heilsutrygd søkir sjúkrarøktarfrøðing/viðtalustarvsfólk tilkommunulæknaviðtalurnar í Heilsumiðstøðini í Vági

BySuðuroyarportalurin

18. november 2026

Um starvið
Talan er um starv sum viðtalustarvsfólk í viðtalum, har kommunulæknin ikki er í føstum starvi.
Starvsstaður er í Heilsumiðstøðini í Vági (Heilsuøki 5).

Setanarbrøkurin er áleið 0,6 til 1,0. Talan er um tíðaravmarkað starv at byrja sum skjótast til
umleið 1. september 2027.

Førleikar og eginleikar

  • Tú hevur eina heilsufakliga útbúgving, eitt nú sum sjúkrarøktarfrøðingur, ella útbúgving
    sum læknaskrivari.
  • Tær dámar væl at hava nógv um at vera og at arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við
    øðrum
  • Tú ert fyrikomandi
  • Tú dugir at halda skil á upplýsingum og, tá tað er neyðugt, at gera metingar um, hvat er
    viðkomandi ella hevur størst týdning
  • Tað kann verða ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá kommunulæknaviðtalu ella hevur
    viðkomandi skeið, men hetta er ikki ein treyt

Tú fært upplæring í arbeiðsgongdunum í viðtaluni tær fyrstu vikurnar.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi
yrkisfelag.

Tá talan er um setan í fast/tíðaravmarkað starv í avloysaraviðtalu, eru setanarviðurskifti soleiðis, at
umstøðurnar hjá viðtalustarvsfólki broytast, um/tá lækni verður settur í fast starv. Í eini møguligari
setanarsamrøðu verða hesi viðurskifti umrødd umframt rættindi og skyldur í slíkum føri.

Umsókn
Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til
heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík.

Umsóknir til starvið í Vági skulu vera Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi kl. 13.00 mikudagin 2.
desember 2026.

Starvið verður sett frá 1. januar 2027 ella eftir nærri avtalu.

Vilt tú hava fleiri ella neyvari upplýsingar, kanst tú venda tær til Petur Martin Hansen,
deildarleiðara á Heilsutrygd á tlf. 614000, pmh@heilsutrygd.fo

Facebook viðmerkingar