Starvsfólk til útiøkið í sunnaru helvt av Suðuroynni

BySuðuroyarportalurin

26. oktober 2026

Eitt heilsuhjálparastarv er leyst at søkja í útiøkinum. Starvið er á brøki 1,0 svarandi til 40 tímar um vikuna, men møguleiki er eisini fyri minni brøki. Eisini er møguleiki fyri skiftandi vaktum á Eldrasambýlinum í Vági. Starvsbyrjan er 01. des. 2026 ella skjótast gjørligt.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

–          Útinna umsorgan og røkt samsvarandi ábyrgd og førleikum

–          Gera og fylgja røktargongdum sum eru lagdar fyri borgarar

–          Skjalfesta heilsurøkt og útinta røkt

–          Luttaka í samrøðum við borgarar og avvarðandi

–          Førleikamenning, sum er ein natúrligur partur av starvinum

Førleikar

–          Prógv sum heilsuhjálpari

–          Góðan telduførleika

–          Er fakliga dugnalig/ur, ábyrgdarfull/ur, virðilig/ur og umsorganarfull/ur

–          Megna at síggja tørvin hjá tí einstaka báði fysiskt, psykiskt, socialt og andaligt

–          Megnar at arbeiða í einum tvørfagligum samstarvi, sjálvstøðugt og í toymi

–          Hava jaligan hugburð og virka fyri einum góðum umhvørvi og trivnaði

–          Góð evnir at samskifta og samstarva við starvsfelagir, leiðslu og avvarðandi

–          Er røkin og skipað/ur við skráseting av heilivági

–          Er støðug/ur og álítandi

–          Hevur fakligan áhuga og viljan at læra

Vit vænta, at umsøkjarin:

–          Hevur áhuga at arbeiða innan eldraøkið

–          Er fakliga dugnalig/ur, ábyrgdarfull/ur og umsorganarfull/ur

–          Dugur at raðfesta uppgávur

–          Kann arbeiða dag, kvøld og vikuskiftir

–          Vil stuðla undir og veita eina dygdargóða tænastu

–          Stimbrar heilsu og trivnað hjá borgarunum

–          Fyribyrgir sjúku, endurmennir og/ella varðveitir førleikar

–          Veitir umsorgan og røkt í góðum samstarvi við borgaran og avvarðandi

–          Hevur evnini at vera málrættaður og skipaður í síni tilgongd til arbeiðið

–          Hevur evni at seta seg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum

–          Er empatiskir í sínum samstarvi við borgaran og avvarðandi

–          Megnar at handfara og tillaga seg broytingar

Vit kunnu bjóða:

–          Eitt fjølbroytt starv

–          Avbjóðandi arbeiðsuppgávur

–          Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum

–          Góðar umstøður

–          Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi

–          Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaður er Bú- og Heimatænastan í Suðuroy, við arbeiðsstaði á Heilsumiðstøðini í Vági.

Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/ Kommunala Arbeiðsgevarafalagið og Heilsuhjálparafelagið.

Søkir skikkaður umsøkjari ikki starvi, kunnu aðrir fakbólkar verða settir – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívrensl, viðmælum v.m. skal sendast til bhs@bhs.fo ella til:

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy

Vágsvegur 22

900 Vágur

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 08. november.

Nærri upplýsingar um starvið fæst við at venda sær til:

Beintu Virgarsdóttir, deildarleiðara á útiøkinum í sunnaru helvt, á tlf. 793530, beintav@bhs.fo ella til Daimi Kjærbo úr Hørg, eindarleiðara, á tel. 793503, daimik@bhs.fo.

Útiøkið í sunnaru helvt

Útiøkið hevur arbeiðsstað á Heilsumiðstøðini í Vági, ið liggur á Vágsvegi 77. Í løtuni veita starvsfólkini hjálp til uml. 40 borgarar

Facebook viðmerkingar