Søkt verður eftir námsfrøðiligum stuðli til Dagstovnin Brosið í Hvalbiar kommunu.
Søkt verður eftir stuðli á 30 – 35 tímar um vikuna til barn, ið gongur í vøggustovu. Tørvur er á einum stuðli sum kann skapa tryggleika fyri barnið, hjálpa barninum í tess menning og stuðla í gerandisvirksemi, eins og leggja eina námsfrøðiliga ætlan eftir barnsins tørvi. Tú skalt hava góð samskiftis- og samstarvs evnir. Tú kemur at hava tætt samstarv við foreldur, starvsfólk og viðkomandi fakbólkar. Starvið inniber, at tú tolir tillaðingar í starvinum.
Um námsfrøðingur ikki verður settur, verður hjálparfólk sett tíðaravmarkað.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Sambært barnaváttanarlógini §2, hevur arbeiðsgevarin skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Siri Næs Olsen, stovnsleiðara á tlf. 237580
Umsókn saman við prógvi, cv og møguligum viðmælum, skal verða Hvalbiar kommunu í hendi í seinasta lagi 12.oktober 2026 kl.12.00.
Hvalbiar kommuna
Bíarvegur 2
Fo-850 Hvalba
ella til hvalba@hvalba.fo


Facebook viðmerkingar