STUTT ENDURMINNING NÚ JÓHANNES NIELSEN – JOHANNES VIÐ KVÍGGJA ER FARIN UM SÝN
Tað kom mær ógvuliga dátt við, tá eg hoyrdi at vinmaðurin Jóhannes ikki var millum okur meira.
Kona Johannes – Kaja og hann vóru í frítíðarbýli teirra í Víkarbyrgi, har hann – stillisligur sum hann var –
svav inn í ævinleikan á nátt.
Jóhannus og eg hava kenst frá óvita av. Pápin, Hans Jacob, Kvíggjabóndin, var syskinabarn mítt, sonur Tummas á Gaddi og omman Olevina f. Gaard. Mamman Borglyn var eisini syskinabarn mítt, dóttir Sunnevu Maria Hansen úr Geilini og abbin Johannes Hansen, Gásadal nevndur. Johannes sjálvur tók við og røkti Kvíggjafestið eftir pápan í fleiri ár, til systursonurin Hans Jacob fyri nøkrum árum síðani tók við. Fedrarnir hjá Jóhannes vóru øll kend og sera dugnalig innan sang og tónleik, óivað arvað frá Gásadal abbanum, ein misikalskur virituosur av teimum bestu. Hvør kendi ikki beiggja Johannes, Tumman Nielsen – við Kvíggja – altspælandi viðstovnari og tónleikandi kraftin i Faroe-Boys. Sjálvur var Jóhannes frá byrjan ein tann berandi í Sumbirkórinum, saman við millum onnur systrini Sólvu og manni hennara Fróða – tónleikaúrmælinginum og leiðara av kórinum. Har við Kvíggja var tónleikur og sangur ein list.
Kaja, kona Johannes er av Lisberg-ættini úr Famjin og úr úrvalshúsi undan Hamri hvat viðvíkur yrking, tónleiki, sangi og ikki minst bestu skiparar í Dansistovuni i kvæðabygdini Sumba. Ein mongd av bygdayrkingum er komin úr hondum frá brøðrunum – Lisberg´arunum – og ikki minni sangur og tónlist frá somu dugnaligu Lisberg-ættini í Føroyum.
Eg spældi fótbólt við HB meistardeildini í nógv ár – eisini móti VB við Johannes á liðnum. Tað einu ferðina spælt var á Eiðinum var vinstri bakkurin hjá HB ein Dani, hann var skjótur, men lættur at fara umkoll tá Johannes og hann stoytti saman. Í hálvleikinum komu danin og venjarin hjá HB – Johan Nielsen – kendur sum Melli – og spurdi um eg ikki kundi skifta við danan, sum var gulur og bláur um bein og bul av samanstoytum við Johannes, so okur býttu pláss. Høvdu spælt 10-15 minuttir av seinna hálvleiki – sirm og vátt var í veðrinum – tá stoytti Johannes og eg saman heilt úti við síðulinjuna og tá hvørkin vildi dvína, endaðu báðir í rennuni runt um vøllin – drívvatir og skitnir. HB-spælararnir fóru við ferð á Tvøroyri at náa Smyril norður til Havnar – eg og Johannes fóru í sama bili til Sumbiar, har fyrst var farið í bað og síðani at fáa sær ein góðan bita – vinskapurin var tann sami, hóast kvøldið gekk við skemti um dagsins dyst.
Eg var spælandi venjari hjá VB kappingarárið 1974, har Johannes var ein av lyklaspælarunum. Ikki lítið stoltur var Johannes, tá hann bleiv úttikin til Landsliðið móti Íslandi í Gundadali í gitna VB-árinum 1974 – og ikki minni stoltur av, at saman við honum vóru 4 landsliðsleikarar uppvaksnir við fótbólti á Krossinum og í Billhústúni í líttlu heimbygdini Sumba – Ottar Poulsen, málverji, Daniel Jacob Thomsen, miðverji, Johannes Nielsen, framherji – allir spælarar í VB – og Jacob Thomsen, miðverji úr B-36. Allir fýra vóru teir antin abbasynir ella langabbasynir hjá – við hargaskaldinum Poul F´sa orðum – reystmenni og undangongumanninum Dánjal (Thomsen) í Laðangarði og Ommu og Langommuni hjá øllum fýra, Elsubu Thomsen, f. Hammershøi úr Hamrabyrgi í Víkarbyrgi, har Johannes hevði sín seinasta svøvnin á fold.
At Johannes var av mergjaðari ætt var søguliga borið fram av Eivind syskinabarninum. Tá hoyggjið kom í hoyggjhúsið við Kvíggja fra nærumhvørvinum vóru nýtt hoyberabond longri enn vanlig, tá stór rúgva av turrum hoyggi fór í byrðina hjá Hans Jacob. Gamli Kvíggjabóndin hevði frá gamlari tíð nóg mikið við einari hurð í eystursíðuni á hoygghúsinum – men hann var noyddur at seta tvær hurðar í fyri at fáa byrðarnr hjá Hans Jacob inn í hoyggjhúsið – ella loysa hoybyrðina uttanfyri og bera hoyggið til hølis i hoyggjhúsinum. Veit ikki – Eivind kundi til tíðir taka til – tó eg minnist at okur 2-3 óvitar trýsti undir hoybyrdina tá Hans Jacob skuldi fara undir. Sá út sum ein einsamøll Sáta fór oman eftir vøllinum – í góðari frástøðu fra steinunum hjá Barbaru, sum søguliga var kend fyri at duga meira enn at meta seg – í hvussu so er var Hans Jacob trúgvur móti søgnini.
Johannes var í fleiri ár arbeiðsformaður hjá Sumbiar Kommunu, stóð fyri framstigi og nýgerð í sóknini – millum annað stoyping av nýggju bakkaverjuni i Sumba, har Atlantshavið í áravis hevði máað burtur av brimplássinum.
Eg vil við hesum fátæku orðum lýsa frið yvir minnið um Johannes Nielsen – Johannes við Kvíggja – og vóni at sakni hjá Kaju og Bergur sum tíðin líður gevur tykur ein linna og minnast Johannes sum tann trygga klettin hann var í lívi tykra. Gott at hava familju og avvarðandi, sum kunnu hjálpa tá slíkt óvanta og óskiljandi kemur yvir okur, sum syrgjandi og orðaleys sita eftir. Eg vil eisini vísa mína samkenslu við familjuni og stóra vinarskaranum sum mist hava.
Takk fyri alt Johannes og hvíl í friði góði vinur.
Daniel Jacob Thomsen.


Facebook viðmerkingar