Tað verur áhugavert at fylgja við, nú man lesur, at bæði samgonga og andstøða leggja fram uppskot um gongd í haga.
Je meti, at okur, ið umboða Lítla Dímun, hava verið langt frammanfyri okkara tíð, tá okur fóru undir skipaðar ferðir fyri føroyingar og útlendingar í 2006.
Kanska óbevíst hugsaði man um náttúruna, trygdina og møguleikarnar fyri at vitja oynna, sum er heimsins truplasta oyggj at koma til, har føroyska veðurlagið, bæði á sjógvi, landi og luftini ger tað avbjoðandi.
Áðrenn 2006 var frítt at fara til Lítla Dímun. Hetta viðførdi eisini at oyggin var ein lukkađ oyggj, har ógvuliga fá uttan tilknýti til oynna fóru út, tí oyggin var vandafull.
Fyri at fáa pening til oynna, byrjađu okur skipaðar ferðir í 2006, og her kom vend í. Føroyingar í hópatalið koma til oynna, so ringt er hjá útlendingum at sleppa framat, og hetta eru okur glaðir um.
í dag mugu okur ásanna, hvussu rætt tað var av okkum í 2006, at okur skipaðu fyri ferðum til Lítla Dímun – náttúran er vard, trygdin er fokusøkið, og tær skipaðu útferðir hava broytt oynna, frá at vera ein lukkað oyggj, fyri bert til nøkur fá, til ídag at oyggin er opna við møguleikum , og ongantíð hevur so nógv fólk vitja oynna.
Okur vóna at atlit vera tikin til oynna, so okur ikki koma aftur til lukkaðu oynna fyri 2006. Okur vilja fegnir vísa oynna fram, verja viðbreknu náttúruna, og skapa so tryggar karmar fyri fólkið sum gjørligt. Hetta verður bara gjørt við skipaðum túrum við lokalum fólki.
Okur ynskja bæði samgongu og andstøðu góðan arbeiðshug, í tykkara arbeiði at verja fólki frá vandum í náttúruni, og hugsi um vakra ymiskleikan í føroysku náttúruni.
Róin Schrøter, form. Lítla Dímun
Facebook viðmerkingar