Tað tykist, sum summi eru farin at óttast, at fæið og bulurin í ALS grunninum skal tømast yvir í Suðuroyartunnilin. Og ja, kanska uppskotið um at brúka ALS grunnin gruggar málið um Suðuroyartunnilin – ella kanska ikki?
Suðuroyartunnilin er ein veldug íløga og eisini ein neyðug íløga fyri framhaldandi menning og útbygging av Føroyum – og ikki minst so sera týðandi fyri Suðuroynna.
Veldugar íløgur krevja stóra fígging. Greitt er, at ein munandi partur av íløgujáttanini hjá Landinum skal hvørt ár í fleiri ár fram setast av til Suðuroyartunnilin.
Alternativi er at gera broytingar í øðrum inngjøldum hjá borgarum, soleiðis at tær verða markaðar til Suðuroyartunnilin.
Mourits Joensen, búskaparfrøðingur, hevði eitt boð um aðra loysn á borgarafundi um Suðuroyartunnilin 23. juli.
Verða inngjøld og útgjøld í ALS grunnin framskrivaði, so verða tað eini 2 mia kr. í ALS grunninum í 2029 og eini 3 mia kr. í grunninum í 2036. Spurningurin er, um tað er neyðugt at hava so stóran grunn til at standa ímóti arbeiðsloysinum í Føroyum?
ALS grunnurin rindaði í 2020 tils. 77,5 mió kr. út í arbeiðsloysisgjøldum. Ja, arbeiðsloysið er mett lágt, so lágt, at 100tals útlendingar eru komnir til Føroyar at arbeiða, fyri at nøkta tørvin eftir arbeiðsfólki.
Uppskotið hjá Mourits Joensen gongur út uppá, at ein partur av inngjaldinum í ALS grunnin fer til Suðuroyartunnilin, meðan restin av inngjaldinum fer í ALS grunnin. Hetta seinna til at dekka útgjald til arbeiðsleys.
Hvørt ár verða 250-300 mió kr. goldnar inn í ALS grunnin. Í løtuni verður lutfalsliga lítið goldið út – og er tí ikki nakar vandi á ferð við at tað fara t.d. 100-150 mió kr. av inngjøldunum í ALS grunnin til Suðuroyartunnilin.
Stórar verkætlanir krevja nýhugsan, eisini hvat fíggingini viðvíkur.
Føroyafólk koma so ella so at gjalda fyri Suðuroyartunnilin – antin tað er umvegis skattin, umvegis inngjøld í ALS grunnin ella ein samanrenning av hesum.
Føroyar fáa eisini ágóðan av at Suðuroyggin við vegakervi verður samanbundin við restini av landinum. Hetta fer at føra við sær øktan búskaparvøkstur, eins og útbyggingarnar av infrakervinum vestur í Vágar, norður í Norðoyggjar, inn í Eysturoynna og um Skopunarfjørð føra við sær øktan búskaprvøkstur.
Lat okkum arbeiða við ítøkiligum loysnum og neyðugt er eisini at hugsa nýtt.
Suðuroyartunnilin kann ikki bíða!
Dennis Holm
Facebook viðmerkingar