Miriam Pedersen kemur frá Hesselager, sum liggur á Fyn í Danmark.
Miriam hoyrdi av fyrstan tíð um FC Suðuroy frá einum av okkara fyrrverandi venjarum John Christensen, sum í dag er DBU konsulent m.a. í felagnum Hesselager fodbold, skrivar FC Suðuroy á heimasíðuni.
Miriam var fyrr í ár her í Vági fyri at kunna seg um okkara umstøður fyri fótbóltsvenjarar. Nú hevur hon so avgjørt at taka av okkara tilboði um at gerast ein av okkara ungdómsvenjarum, skrivar FC Suðuroy á heimasíðuni.
Frammanundan hava vit tveir útlendskar venjarar knýttar at ungdómsvenjingini hjá okkum. Dennis Nielsen, sum venur dreingir, og Christian Njøten, sum venur gentur/kvinnur.
Miriam kemur at venja á gentu/kvinnu síðuni, og vit gleðast um, at vit við hesum styrka okkum á gentu/kvinnu síðuni, skrivar FC Suðuroy á heimasíðuni.
Facebook viðmerkingar