Birgir og Magni vunnu 11. umfar í sjavs

Birgir Skorastein og Magni Augustinussen vunnu 11. umfar í sjavskappingini hjá Suðuroyar Sjavsfelag, sum varð spælt í VB-húsinum 18. mars.

Úrslitið av umfarinum gjørdist hetta:

Nr. 1. Birgir Skorastein og Magni Augustinussen, 4 stig hvør
Nr. 2. Gudmund Poulsen og Jákup Joensen, 3 stig hvør
Nr. 3. Petur Gærdbo og Fredrik Ludvig, 2 stig hvør.
Nr. 4. Eyðálvur Bech og John Bech, 1 stig hvør.

Birgir Skorastein og Magni Augustinussen eru nú greitt á odda í sjavskappingini við 24 stigum hvør.

Stigatalvuna sær tú her.

Facebook viðmerkingar