Fótbólturin í Føroyum er farin í vetrarfrí, men kortini eru feløgini við at fyrireika seg til komandi kappingarár.
FC Suðuroy spælir í Meistaradeildini í 2027 og felagið hevur í ár spælt við sera nógvum lokalum ungum leikarum og tað er júst teir ungu leikararnir, ið hava serligt fokus í FC Suðuroy.
Í hesum sambandi hevur høvuðsungdómsvenjarin í FC Suðuroy Finn Johannessen, seinastu dagarnar vitjað í Everton. Samband hevur í fleiri ár verið millum Finn, sum hevur verið venjari í mong ár, og fólk í og kring Everton og tað er tað framvegis.

Tað er hjálparvenjarin á Premier Leauge liðnum hjá Everton Alan Irvine, ið hevur tilrættarlagt vitjanina hjá Finn, har hann hevur práta við Alan um arbeiðið í FC Suðuroy hevur gjørt seinastu árini og tær royndir Alan hevur, ið kunnu viðvirka til framvegis at menna ungdómin hjá FC Suðuroy.
Alan Irvine vitjaði suðuri í Vági fyri góðum 5 árum síðani, har hann vandi og vegleiddi leikarar og venjarar, umframt at hann eisini deildi út av sínum drúgvu royndum, bæði á ungdómsstøðið har hann millum annað var stjóri fyri akademiið hjá Everton, við vaksnum leikarum har hann serliga hevur arbeitt í Everton, West Ham og eisini á Skotska landsliðnum.

Á vitjanini hevur Finn eisini vitjað Finch Farm, ið er miðdepilin fyri venjingina fyri øll Everton liðini og her fylgdi hann venjing hjá U18 hópinum, umframt at hann eisini tosaði við høvðusvenjaran fyri allan ungdómin um hvussu tey hava sett sær mál, nýta nútímanstøkni og samrøður til at betra um venjarahópin, leiklutir venjarans og eisini hvussu teir fylgja við hvussu einstaki leikarin betrar seg.

Túrurin endaði við at Finn bleiv bjóðaður á nýggja leikvøllin hjá Everton, Hill Dickinson Stadium har Everton tók í móti Coventry og fekk ein 3-1 sigur í hús. Nevnast kann at bestu plássini vóru avløgd til vitjanina, har borðreitt var við góðum mati í hølum, ið vóru til fyrrverandi leikarar og leiðslu og tá ið dagurin endaði fekk Finn eitt stutt prát við Graham Stuart fyrrverandi leikara og nú umboðsmann fyri Everton og stjóran í Everton Angus Kinnear har hann fekk takkað fyri góðu móttøkuna.
Við hesi vitjan vónar FC Suðuroy og høvðusungdómsvenjarin Finn Johannessen, at felagið framhaldandi kann betra um venjingarumhvørvið á Eiðinum í Vági og geva ungdóminum góðar og hóskandi avbjóðingar, ið koma at gagna ungdóminum og føroyskum fótbólti í framtíðini.
FC Suðuroy


Facebook viðmerkingar