Falggdagshaldið í Vági – myndir og røðan

Flaggdagur var í gjár og í Vági var hátíðarhald, sum vanligt er. Tað var skótafelagið Royndin, sum skipaði fyri.

Byrjað varð við skrúðgongu hjá skótafelagnum. Síðani var felagssangur, stuðlaður av sangarum úr kirkjukórinum Ljómi. Flaggdagsrøðuna helt Arni D. Brattaberg, vinnulívsmaður, og eftir haldið varð farið oman í Miðlatún til ein drekkamunn.

Niðanfyri síggjast myndir frá flaggdagshaldinum, sum myndafólkið Maria Luiza S. Jacobsen tók, og flaggdagsrøðan hjá Arna.

Flaggdagsrøðan hjá Arna D. Brattaberg

25. apríl 2025

Góðu vágbingar, suðringar góðu áhoyrarar.

Lat okum brúka eina lítla løtu, og hugsa okkum aftur í tíð. Nær hevur Merkið fyrstu ferð havt ein týdning fyri tje? Nær, hvar og hví veitraði Merkið hendan dagin?

Fyri mje var hetta heilt sikkurt summarið í 1994. Fyrst á norðoyarstevnu, tá okur komu aftur til Vágs sum vinnarar á fimmannafarinum Royndini Fríðu. Og aftur á jóansøku, tá okur enn einferð kundu standa her á minnisvarðanum sum vinnarar. Triðu ferð hetta summarið var, tá pappa, Eyðun bróður, Mikkjal mammubeiggin, og fleiri aðrir saman við teimum, komu inn á Vágsfjørð við flaggskrýdda rækjutrolaranum South Island.

Flaggdagurin er ein merkisdagur, sum savnar allar føroyingar. Hetta er dagurin, har fjøldin slær ring um Føroya land, føroyska mentan og føroyska málið. Merkið bindir okum og fylgir okum alla lívsleiðina. Á føðistovuni verður Merkið borið inn til foreldur, og tað nýfødda barnið. Á merkisdøgum heiðra okur hvønn annan við at veittra við Merkinum á fullari stong, og í sorg siga okur farvæl til okra kæru við at vinda Merkið í hálva stong.

***

Tað vóru teir tríggir føroysku studentarnir í Keypmannahavn: Jens Oliver Lisberg, Janus Øssursson og vágbingurin Pauli Dahl, sum sniðgóvu Merkið. Íblásturin hava teir óivað havt frá teimum norðurlendsku fløggunum, har krossurin gongur aftur. Tann norrøni krossurin hevur djúpar røtur bæði í kristindóminum og í tjóðarsamleika okra. Krossurin er ímyndin av felagsskapi og mentanarliga sambandinum millum londini her í Norðuratlantarhavinum.

Tann 22. juni í 1919 var Merkið fyri fyrstu ferð vundið í húnarhátt í Fámjin, heimbygdini hjá Jens Olivur Lisberg, har tað enn tann dag í dag hongur í kirkjuni. Tann almenna viðurkenningin kom tó ikki fyrr enn undir seinna heimsbardaga, tá bretar góðkendu Merkið sum flaggi til tey føroysku skipini, nevniliga tann 25. apríl 1940 fyri júst 85 árum síðani. Mótstøðan hjá flagginum var sterk, serliga úr Danmark, men eisini millum føroyingar. Tann almenna góðkenningin úr Danmark kom ikki fyrr enn tann 1. apríl 1948. Í dag er tað ein partur av okra søgu og kunnu okur føroyingar ikki ímynda okum nakað annað flagg enn Merkið sum verður vundið í húnarhátt,

Hesir ungu menn sum fóru út í heim, sóu, lærdu og upplivdu – og bóru heimin við sær heim aftur á klettarnar, sum so mong onnur ung gjørdu tá, og gera í dag. Okra uppgáva sum samfelag og kommuna, er at menna og altjóðagera Føroyar, soleiðis at ungdómurin kemur heim aftur á klettarnar til framhaldandi menning.

Í 2019 hátíðarhildu føroyingar 100 ára dagin fyri at Merkið veitraðið fyrstu ferð í Danmark. Hetta var framt við, at okra sluppir sigldu leiðina niður á Norður Atlants bryggju og sjálvandi var okra stólta Johanna TG 326 við á ferðini.

***

Sjálvur havi je mangan ferðir marsjera niðan her á minnisvaran sum skóti til flaggdagshald og eisini sum flaggberi. Skótaliðið Royndin var sett á stovn 11. august 1940, bert fýra mánaðir eftir viðurkenningina av Merkinum, og hava skótarnir verið og eru ímyndin av falggdagshaldinum her í Vági. Tað er gleðiligt at síggja, at okra ungdómur enn tann dag í dag ynskir at verða partur av okra siðaarvi. Í dag marsjerar dótturin Naomi sum skóti niðan her á Minnisvarðan og fløvar tað mítt hjarta.

Sonurin Teitur hevur sum skóti gingið í somu fótafetum her á Minnisvarðanum, somuleiðis sum flaggberi. Sum 11 ára gamal var hann fyrstu ferð flaggberi til okra stóra nýggjarshald her í Vági, sum knýtir saman allar Vágbingar. Sigast skal, at je sum pápi var stóltur at kunna hálsfevna og ynskja soninum gott nýggjar á Trýkantinum eftir okra fyrstu faklagongu saman og vóni je, at okur kunnu marsjera saman í fleiri ár aftrat til nýggjárhaldið í Vági.

Fyri gott og væl tveimum vikum síðani megnaði tað føroyska kvinnuhondbóltslandsliðið at spæla seg víðarið til HM endaspælið við at vinna við 10 málum á heimavølli og tapa tepurt við einum málið á útivølli í Litava. Spennand verður at fylgja við kvinnunum til endaspælið og síggja alla tjóðina standa saman og syngja Tú alfagra land mítt og veittra stólt við Merkinum.

Flaggdagurin var eisini dagurin, har kappróðrarbátarnir vóru flotaðir, tá ið je róði kapp í 90´unum. Hetta var ein spennandi dagur bæði hjá rógvarum og bygdafólki, sum fylgdu væl við og gjørdu sínar hugsanir um hvussu kappróðrarárið mátti fara at hilnast. Hesin dagurin boðaði samstundis frá, at nú fór summarið at nærkast og skjótt fór tann eyðkendi Summarstevnuvalsurin aftur at ljóða í útvarpinum. Fyri viku síðani flotaði Sumbiar Ítróttarfelag eitt nýtt fimmannafar, Broddur, og í gjár flotaði Vágs Kappróðrarfelag nýggja fimmannafarið Royndina Fríðu. Spennandi verður at fylgja við í summar hjá hesum ungu manningum.

Tað síðsta árið hevur Merkið veittra fleiri ferðir í húnarhátt her í bygdini, millum annað, tá ið dreingirnir á Royndini Fríðu vunnu róður í fjør summar, FC Suðuroy vann seg upp í bestu deildina og til 100 ára haldið hjá Frelsunarherinum. Okur hava eisini vundið Merkið í hálva stong til minnis um ein av okra kæru.

***

Nú eru tað 100 ár eru liðin síðani Merkið veittraði fyrstu ferð í heimbygdi hjá Jens Olivur. Okra samfelag hevur broytt og ment seg til at verða millum tey mest framkomnu londini í heiminum. Tá á døgum, fyri einari øld síðani, var ferðast millum bygdir og oyggjar undir heilt øðrum umstøðum, enn vit kenna í dag. Hóast okra samfelag er væl útbygt og ment til at verða eitt av bestu í heiminum, so eru tað enn økir í landinum, sum ikki hava somu atgongd til hesa menning. Eitt av fremstu áhugamálum hjá okum suðringum seinastu tíðina, hevur verið kjakið um ein komandi Suðuroyartunnil, sum kemur at verða lívsæðrin hjá okum. Um okur sum oyggj skulu mennast og taka ímóti okra ungdómi, eftir at hava verið úti í heimi, eins og Jens Olivur Lisberg, Janus Øssursson og Pauli Dahl vóru, er neyðugt at samfelagið Føroyar góðkennir suðringar og Suðuroy sum ein part av Føroya landi. Hetta má gerast við føstum sambandi og á jøvnum føti við restina av Føroyum.

Eins og ungdómurin fyri 100 árum síðani, sum sniðgav Merkið og heintaði íblástur úr útheiminum, er tað eisini okra ungdómur í dag, sum ber framtíðina á teirra herðum. Suðuroyartunnilin er ein íløga í framtíðina hjá okra ungdómi. Hann ger tað møguligt at hava samband við umheimin á jøvnum føti við meginlandi. Hann eggjar ungdóminum at síggja Suðuroy sum ein livandi part av samfelagnum við atgongd til mentan, útbúgving og arbeiðsmøguleikar.

Ein tunnil er grundarsteinur fyri vinnulívið í Suðuroy. Við einum tryggum sambandi til meginlandið opnast nýggjar dyr fyri vinnulívinum, bæði verandi og nýggum vinnugreinum. Tunnilin ger tað møguligt hjá fyritøkum í Suðuroy at kappast á jøvnum føti við fyritøkur í restini av Føroyum, og tryggja framhaldandi búskaparligan vøkstur.

Ein suðuroyartunnil er tí meira enn bara eitt infrakervi; tað er ein íløga í framtíðina, trivnað og framburð. Hann bindur okum saman, bæði í søguligum og nútíðarhøpi, og lyftir Suðuroy inn í eitt nýtt tíðarskeið.

***

Okur, ið her búgva, mugu ganga undan, tá ið tað kemur til hugburð og málburð. Okur mugu tosa Vág og Suðuroynna upp, og ikki niður. Okur hava sanniliga nógv at bjóða gestum, og ikki minst okum sjálvum í dagligdegnum her suðuri. Men okur hava tíverri ofta lyndi til at síggja avbjóðingarnar, millum annað ferðasambandi. Grundleggandi hava okur eitt vælvirkandi samfelag, tó so vil tað altíð verða rúm fyri betringum, men je ivist ikki eina løtu í, at grasið her suðrið er minst líka grønt sum norðanfyri Suðuroyarfjørð. Lat okum standa saman um tað góða, lat okum í felag fremja betringar, lat okum tosa Vág og Suðuroynna upp. Eins og Merkið, mentanin og tað føroyska málið er grundvøllur føroyinga, lat Vág og Suðuroynna verða okra felags grundvøll.

Tíðin er komin at venda hugsanum  – frá forðingum til møguleikar  – og frá stillstøðu til menning, Ein og hvør av okum hevur eina serliga ábyrgd at veita íblástur, hugflog og vón í okra dagliga dag. Í felag lyfta okur, í felag styrkja okur, og í felag byggja okur framtíðina.

Virkisfýsni fólki merkir,
standið saman tí kvinnur eins og menn,
havið framtíðarhugsjónir sterkar,
einaferð bygdin tá seg mennir enn.

Í dag, góðu áhoyrarar, síggja okur hvussu Merkið er blivið til meira enn bert eitt flagg – tað er ein frásøgn, ið bindur okum saman sum eitt fólk. Tá okur veittra við Merkinum, minnast okur tey, ið gingu undan og gjørdu tað møguligt at standa her saman sum eitt sterkt samfelag. Hetta er okra felags ábyrgd og siðaarvur.

Je eri fegin um, at kunna deila hendan dagin við tykum øllum her í Vági. Tað gevur eina sterka kenslu um vón um framtíðina, at okra ungdómur ber Merkið við sama stoltleika og sama eldhuga, sum okra forfedrar gjørdu.

Lat okum saman lova, at Merkið ikki bert verður eitt prýði, men ein áhaldandi íblástur til, at okur saman byggja eitt framtíðar Føroyar, har øll hava somu møguleikar og somu styrkir. Lat okum verja okra mál, okra mentan, og ikki minst okra samanhald – tí tað er tað, ið ger okum til tað okur eru.

Góðu áhoyrarar, takk fyri at tykur lýddu á, og takk til Skótaliðið Royndina fyri heiðurin at verða biðin at bera fram flaggrøðu.

Góðan flaggdag øll somul, Gud signi Føroyar, mítt land.

Facebook viðmerkingar