Heystúrur í Suðuroynni við Fuglafrøðifelagnum

BySuðuroyarportalurin

17. september 2025
Álaljómari Silas Olofson

Hevur tú hug at hyggja eftir fugli saman við øðrum fuglaáhugaðum? Og hava góðan kjans at síggja forvitnisligar flytifuglar?

Vikuskiftið 19.-21. september skipar Fuglafrøðifelagið fyri árliga heysttúrinum til Suðuroynna. Gist verður í vitapassarahúsinum á Akrabergi. Pláss er fyri 11 luttakarum, sum gista í húsinum. Eisini ber til at gista aðra staðni í oynni, og hyggja eftir fugli saman við okkum um dagin. Hugt verður eftir fugli í flestu bygdum í oynni og Silas Olofson leiðir túrin.

Prísur fyri túrin við gisting og mati er 350 kr og tekning fer fram á info@fuglar.fo

Myndirnar vísa ymsar fuglar úr Suðuroynni.

Vegna Føroya Fuglafrøðifelag,

Silas Olofson, fyrisitingarstjóri

Facebook viðmerkingar