Skúlar og dagstovnar lata aftur

Vit hava tamarhald á støðuni, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, á tíðindafund um Corona í morgun.

Tvey fólk eru smittað og eini 100 fólk eru kannað.

Heilsuverkið er fyrireikað til at taka ímóti sjúkum fólkum, men eydnast at halda corona-smittuni niðri, verður neyðugt at seta átøk í verk, sigur løgmaður.

Løgmaður sigur, at komandi tíðum fara Føroyar niður í ferð, tí vit skulu vera minni úti og meiri heima.

Atlantic, SAS, Smyril Line og Vága Floghavn fara at seta tiltøk í verk.

Føroyingar, sum arbeiða uttanlands, skulu halda seg heima, tá ið tey eru heima og tað sama er galdandi fyri lesandi.

Føroyingar skulu ferðast minst møguligt, men skulu halda seg heima, er tað ikki alneyðugt at fara

Allir skúlar lata aftur, fólkaskúlar, miðnámsskúlag og hægri skúlar, lata aftur, og tað gera frítíðarskúlar og barnagarðar eisini.

Almenn starvsfólk, sum kunnu arbeiða heimanífrá, skulu gera tað og heitt verður á kommunur um at seta tiltøk í verk ímóti ferðafólkaskipum.

Facebook viðmerkingar