Nei, Árni Skaale, Kerecis er ikki bara eitt konsept

Í farnu viku varpaði Breddin í KVF tórsdagin og fríggjadagin ljós á kunngerðina um “alt í land” og KVF hevur eisini gjørt nógv burturúr at lýsa málið í greinarøð á heimasíðuni kvf.fo.

Í Breddanum fríggjadagin vóru 4 umboð úr Vinnunevndini í kjaki. Tá førdi Árni Skaale fram, at íslendska fyritøkan Kerecis ongantíð hevur tjent pengar og bara hevur havt undirskot. -Og at fyritøkan hevur útviklað eitt konsept, sum enn ikki er kommersialiserað, men at tað er onkur, sum trýr uppá, at tað kann blíva eitt produkt, ein fantastisk success á einum stórum marknaði, og tí eru teir farnir inn og hava keypt partabrøvini í felagnum uppá forvæntaðan forvinning.

Hetta er ikki heilt í tráð við veruleikan.

Her er eitt sindur um søguna hjá Kerecis.

Kerecis byrjaði sum ein tanki í 2007 við fokus á hvussu úrdráttir kundu fáast burturúr fiski til heilsu-ídnaðin. Tvey ár seinni, í 2009, varð fyrsta fólk sett í starv og ein rættilig menningartilgongd byrjaði á fyritøkuni, sum hevði heimstað á Ísafjørðinum.

Eftir avbjóðandi byrjan fór Kerecis á amerikanska marknaðin í 2016 og sølan í USA var hetta fyrsta árið omanfyri 1 millión USD (7 mió. Dkr).

Næstu árini kom ferð á menningina av Kerecis. Íleggjarar gjørdu tað gjørligt at veksa um fyritøkuna og í 2022 fór talið av starvsfólkum í Kerecis upp um 300.

Í 2022 fór sølan uppum 600 mió. Dkr. og felagið hevði avlop.

Á sumri 2023 keypti danska fyritøkan Coloplast, sum virkar innan heilsu-ídnaðin, Kerecis fyri útvið 9 millardir DKR.

Ja, Kerecis byrjaði sum ein tanki – sum varð mentur til eitt konsept – sum síðani er ment til eina røð av vørum, sum verður seld kring allan heim – ikki minst arbeiða nógv fólk í fyritøkuni.

Dennis Holm, landsstýrismaður

Facebook viðmerkingar