Sjálvandi skulu okur gagnnýta alt tilfeingið úr havinum

Ávíst kjak hevur tikið seg upp, nú kunngerðin um “Alt í land” er farin til hoyringar – kunngerðina finnur tú á fisk.fo – og tað er gott at orðaskifti er um slík týdningarmikil mál.

-Tí hetta snýr seg í stóran mun um okkara skyldu at nýta til fulnar tilfeingi úr havinum og snýr seg eisini um burðardygd. -Hetta snýr seg um at lata verða við at tveita burtur tilfeingið, sum kann hava stórt virði. Snýr seg um at brúka tilfeingið, sum kann skapa nýggj arbeiðspláss og nýggjar vinnur. -Nýggjar vinnur til fólk við útbúgving; til fólk sum hugsa kreativ og annarleiðis; til unga ættarliðið, sum leitar eftir møguleikum í føroysku fiskivinnuni.

Í grannalondunum okkara hava tey í 10-15 ár framleitt hávirðisvørur burturúr hesum “burturkastinum”. Hetta hevur ført við sær munandi økingar í virðinum av fiskinum, ikki tí at meiri fæst fyri flaki ella runda fiskin, men tí nýggjar vørur eru skaptar burturúr restini av fiskinum, sum fyrr fór burtur, men sum nú gevur stórt avkast.

Í Føroyum hava okur í lítlan mun atgongd til hesa rávøruna, tí hon verður roknað sum burturkast og fer í havið. Hjá einum parti av flotanum fara høvdini eisini aftur í havið saman við innvølunum, hóast virkir á landi taka ímóti og turka høvd.

Sum myndirnar frá íslendskum framløgum um gagnnýtslu av tilfeinginum vísa, so eru møguleikarnir stórir – og dømini eru eisini fleiri.

– Toskaskræða sum kunstig húð (tey flestu kenna helst søguna um íslendsku fyritøkuna Keracis, sum setti fyrsta fólk í starv í 2009 og sum á sumri í 2023 varð seld fyri 8-9 mia. Kr.!).

– Collab, ein av vælumtóktu drykkunum í Íslandi, sum er grundaður á kollagen úr toskaskræðu, varð byrjað av einari lítlari íverksetarafyritøka. Collab fæst nú eisini í øðrum londum.

– Donsk fyritøka, har føroyingur er í starvi, framleiðir kollagen úr toskaskræðu í tablett-formi og í gløsum og selur fyri 1.200+ kr. kg.

– Nógv onnur dømi eru um úrdráttir úr fiski, sum fara til heilsuídnaðin.

– Nakrar fyritøkur framleiða klædnavørur úr skræðu.

– Á ráðstevnu, sum Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið skipaði í juni 2023, greiddi Margareth Kjerstad frá C Food Norway frá hvussu suppa úr innvølum var ein delikatessa í fjareystri.

– Og so framvegis.

Hóast nógvar fyritøkur eru í grannalondum okkara, sum framleiða ymiskar hávirðisvørur úr innvølum og fiskaskæðu, so er greitt, at hetta kemur ikki eftir einum degi í Føroyum. Men tað er ein byrjan, at rávøran verður atkomilig – at alt tilfeingið kemur til lands – tá er grundarlag fyri at skapa framleiðslu á landi. Umframt at menna og framleiða vørurnar, so krevst harafturat eitt stórt sølu- og marknaðarføringsarbeiði – eisini har hava okur fólk við førleikum at lyfta uppgávuna.

So jú, sjálvandi skulu okur gagnnýta alt tilfeingið úr havinum – og ivist eg ikki í, at hetta fer at skapa nýggj arbeiðspláss og nýggjar spennandi fyritøkur í Føroyum.

Tað snýr seg um at síggja møguleikar – ikki forðingar.

Dennis Holm, landsstýrismaður

Facebook viðmerkingar