Útvølir ella innvølir?

Leitaði á bókahillini eftir bókini ”Útvølir” hjá Tóroddi Poulsen. Sambært forlagnum er bókin ”tíðum surrealistisk og merkt av paranoia”. Kjaki um innvølir ber bráð av tí sama, tí hesar viðmerkingar um at føra alt til lands.

“Kunngerð um at landa alt lívfrøðiligt tilfar frá veiðu um bryggjukant í Føroyum.”

Í samband við at landstýrismaðurin í fiskivinnumálum, við kunngerð, ætlar at fáa alt lívfrøðiligt tilfar til høldar, hevur nakað av kjaki tikið seg upp um evnið.

Nógv sjónarmið eru komin undan kavi, men onkursvegna tykist kjakið at havt eina slagsíðu, har  høvuðsendamálið – tað, at fáa sum mest burtur úr tilfeinginum – í fleiri førum er blivið burtur.

Kjarnin í fleiri av sjónarmiðunum, sum hava verið alment frammi og sum einamest hava sett dám á kjakið, er, at einki ber til, og grundgevingarnar fyri hesum eru fleiri m.a.:

– Handfaring/goymsla
– Kostnaður/inntøka
– Virðisøking

Hvat tosa vit um?
Talvan niðanfyri vísir nøgdirar av avreiddum botnfiski í 2023, skipað í skipabólkar.


(fyri bólk 3 er tað galdandi, at tað mesta er avhøvdaður fiskur)

Landingarmiðstøð – hvat er tað?
“Ein landingarmiðstøð er eitt felag ella ein persónur við einari av fiskiveiðueftirlitinum góðkendari innvigingarskipan, sum landar skip fyri uppboðssølu, fiskakeyparar ella -seljara.”

Í praksis merkir tað, at ein landingarmiðstøð er millumlið millum keypara og seljara, og veitir hesum báðum tænastur. Landingarmiðstøðin á Toftum (LMST) tekur ímóti fiski frá øllum skipabólkum, sum fiska botnfisk.

Tilverugrundarlagið er munandi broytt seinnu árini. Nøgdirnar hava verið minkandi, og útróðurin fyllur alsamt meira.

Alt í land
Tilgongdin til at fáa alt í land byrjaði fyri fleiri árum síðani. Í august 2019 byrjaði Sjógæti at taka ímóti blóðgaðum fiski frá útróðrarbátum. Talan var tá um eina tænasta, sum bleiv veitt útróðrarbátum, og fyri at halda kostnaðinum av kryvjingini niðri, so var avtalan, at søla av innvøli partvís skuldi gjalda fyri kryvjingina.   

Henda tænastan bleiv væl móttikin, og í august 2020 byrjar LMST eisini at taka ímóti blóðgaðum fiski. Í dag eru tað LMST (Toftir), Barðið (Tórshavn) og Snarfrost (Miðvágur), ið taka í móti blóðgaðum fiski.
Sum dømi kann nevnast, at í 2023 avreiddi bólkur 5  uml. 3.750 tons av botnfiski. Av hesum vóru uml. 1.500 tons blóðgaður fiskur.

Handfaring/goymsla
Í 2020 gjørdi LMST íløgur í eina kryvjilinju, so innvølurin eisini varð gagnnyttur. Ein háttur at lagra innvøl er at súrga hann. Tí vórðu íløgur eisini gjørdar í ein súrløgutanga umframt ein lagurtanga. Um hesar íløgur ikki vórðu, gjørdar so hevði potentialið fyri inntøku av innvøli blivið burtur í flutningskostaði.

Kostnaður/inntøka
LMST og Havsbrún hava gjørt avtalu um súrløguna. Havsbrún eru sera jaligir um at kunna gagnnýta innvøl.

Frá byrjan var avtalan við bátarnar, at LMST eigur innvølin úr blóðgaðum fiski.

Nú verður avtalan dagførd soleiðis, at framyvir eiga bátarnir rognini.

Kostnaður fyri at landa blóðgaðan fisk er 2,80 kr./kg.

At landa kruvdan fisk kostar 1,80 kr./kg.

Bátar, sum kryvja fiskin umborð og landa til LMST, kunnu avreiða innvølin uttan kostnað.

Virðisøking
At innvølur verður seldur til Havsbrún og endar sum laksur fyri 80-100 kr./kg, er ein stór virðisøking í sær sjálvum.

Í 2023 blivu uml. 180 tons av innvølum førd til lands av bólki 5 – potentialið var 450 tons. Potentialið fyri aðrar skipabólkar er tilsvarandi, men í stóran mun treytar hettar skipanir, sum eru gjørdar til einstaka fiskifarið. 

Fyri LMST eru bólkur 4 og 5 (dagútróður) mest áhugaverdir, eftirsum hesir hava bestu fortreytirnar at føra alt feskt til lands og sum hava ta vøru, sum LMST hevur lagað sína skipan eftir.

Íkast til kjakið
Sjálvdan kemur nakað av sær sjálvum, og ein fyritreyt hjá fyritøkum at yvirliva fevnir m.a. eisini um evni at laga seg til broyttar fyritreytir. Hvussu støðan hjá LMST hevði verið, um fyritøkan onga tillaging hevði gjørt, er trupult at siga, men avleidda virksemið av tillaganini í móttøku av innvøli er ein týdningarmikil partur av virkseminum hjá fyritøkuni í dag.

Eftir okkara hugsan er talan um eina win-win støðu fyri allar partar, ikki minst tí, at tað sum fyrr bleiv kastað burtur, nú kemur til høldar.

At bátar fóru frá at kryvja fiskin til einans at blóðga fiskin var í nógvar mátar ein hugburðsbardagi. Nakrar valdu hesa loysnina, beint sum hon var tøk. Aðrir vóru trekir leingi. Og fleiri síggja ikki virði í møguleikanum enn.

Tað er neyvan nakar, sum er ímóti meginregluni um, at alt skal til lands og gagnnýtast, men fleiri eru trekir, tí tað ber ikki til – tað krevur ov nógv og gevur ov lítið. Men allir partar kunnu gera sítt til at broyta hetta, tí tað ber til at finna loysnir. Og tess meiri innvølur verður tøkur, tess betri gerast karmarnir fyri víðari menning og vøkstri av nýggjum vinnum, sum grunda sítt virksemi á innvølir. Og tað skuldi – alt annað óbroytt – økt prísin á innvølum, sum frá líður.

Arnhold Davidsen –   Landingarmiðstøðin á Toftum – 10.04.2024

Facebook viðmerkingar