Fólkatalið vaks við 439 seinasta árið, og 1. mars búðu 54.591 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 0,8%, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði.
Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram á tíggjunda ári. Seinastu tvey árini hevur hann verið lakari enn frammanundan. Burðaravlopið hevur verið lutfalsliga lítið, fyrst vegna størri deyðatal og síðani vegna minni burðartal. Nettoflytingin er eisini minkað nakað, bæði vegna minking í tilflytingini og fráflytingini. Samanlagt gevur tað ein lakari fólkavøksturin enn áður, og hetta sæst aftur í myndini niðanfyri, sum vísir gongdina í fólkatalinum síðan 1985.
Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 165 og eini nettoflyting á 274 fólk. Talvan niðanfyri vísir, at fólkavøksturin seinasta árið var minni enn í undanfarna tíðarskeiði.
Fólkatalið í Suðuroynni minkaði við 45
1. mars 2024 búðu tað í Suðuroynni 4.580 fólk, hetta eru 45 færri enn 1. mars 2023, tá tað búðu 4.620 fólk í Suðuroynni. Fólkatalið minkar í øllum kommunum uttan Hovs kommunu.
Lesið meira her.
Facebook viðmerkingar