Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 13 frá 18. mars 2013, verður við hesum boðað frá, at Vágs býráð á fundi 25. mars 2024 hevur samtykt at broyta byggisamtyktina fyri Vágs kommunu galdandi fyri økið hesi øki, ið kunnu síggjast á fylgjandi leinkju her.
Broytingarnir fevna um hesar:
Broytingar frá bústaðarøki tik neystaøki
Broytingar frá frílendi til summarhúsøki
Broytingar frá frílendi til bústaðarøki
Broyting frá landsbúnaðarjørð til summarhúsøki
Broyting frá havna- og vinnuøki til neystaøki
Broyting í ásetingunum fyri neystaøki
Broyting í ásetingum fyri summarhúsøki
Broytingin í byggisamtyktini er til skjals á Býráðsskrivstovuni í Vági í upplatingartíðini í tíðarskeiðinum frá 8. Apríl 2024 til 29. apríl 2024. og á heimasíðuni www.vagur.fo
Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 20. mai 2024.
Vágs Kommuna
www.vagur.fo
Facebook viðmerkingar