Spennandi fyrilestur fyri foreldrum og lærarum

Tíðindi

Týsdagin 16. januar var eitt áhugavert tiltak í Suðuroynni. Øll skúlastýrini í oynni høvdu sligið seg saman um ein felags fyrilestur, sum var fyri bæði starvsfólk í skúlunum, og foreldur, sum hava børn í skúlaaldri. Fyrilestrahaldarin var Jens Andersen sálarfrøðingur, rithøvundur og fyrilestrahaldari úr Danmark. Jens hevur nógvar royndir sum sálarfrøðingur og undirvísari, og hevur m.a. arbeitt innan fyri PPR (Sernám) og serskúlaøkið í Danmark. Hesi seinastu árini hevur hann undirvíst á hægri lærustovni í Norður Jútlandi. Tað er tó serliga gjøgnum sítt arbeiði í PPR, at hann hevur fingið eina stóra fakliga vitan um arbeiðið við børnum/ungum í skúlahøpi.

Tann fyrri fyrilesturin var fyri fakfólki, ið starvast við skúlabørnum – lærarum, námsfrøðingum, stuðlum og hjálparfólki. Hesin fyrilestur var hildin í skúlanum í Trongisvági, og evnið var ”Det gode forældresamarbejde”. Serligan dent legði Jens á, tá ið hetta samstarv gerst trupult, og kom við nógvum dømum frá sínum egna arbeiðslívi. Hann hevði nógvar hugleiðingar og vegleiðingar um, hvussu fakfólk kunnu handla, tá ið tey koma í truplar støður. Lærarir úr øllum fólkaskúlunum í Suðuroynni vóru við til hendan fyrilestur, sum var bæði læruríkur og skemtiligur.

Sama kvøldið var fyrilestur hildin fyri foreldrunum. Hesin fyrilestur varð hildin í Skúladeplinum í Hovi, og hesaferð var evnið ”Forældrenes betydning for børns fællesskaber, robusthed, trivsel og læring i institutioner og skoler”. Aftur her brúkti Jens nógv dømir úr sínum egna arbeiðslívið, og fortaldi bæði álvarsamt og skemtiliga, hvussu hann hevði upplivað og handfarið ymiskar støður frá sínum gerandisdegi. Hann legði m.a. dent á, at vit foreldur hava størstu ábyrgd at læra børnini okkara at vera góðir floksfelagir og næmingar, og kom við dømum uppá hvussu vit sum foreldur kunnu hjálpa okkara børnum at fáa ein jaligan hugburð.

Sum nevnt, so vóru tað skúlastýrini í oynni, sum skipaðu fyri tiltakinum, og kommunurnar í oynni, sum hava stuðlað tiltakinum fíggjarliga. Tað er ongin ivi um, at Jens er ein royndur fyrilestrahaldari, sum fangaði áhoyrarnir frá fyrsta setningi. Hann hevði nógvar hugvekjandi hugleiðingar um t.d. hvussu vit foreldur, kunnu vera saman við okkara børnum, og hansara styrki er, at hann ber fram sín boðskap á ein skemtiligan og skilligan hátt. Samanumtikið má sigast, at tiltakið eydnaðist sera væl.

 

Vegna Skúlastýrini í Suðuroynni
Annika Jónsveinsdóttir

Facebook viðmerkingar