Rennibreytirnar í Marghøllini lidnar og klárar til venjing

Ítróttur Tíðindi

Fyri hvørja viku sum gongur verður lagt afturat møguleikunum í Marghøllini. Nú eru rennibreytirnar lidnar og uppmerktar við strikum, soleiðis at tað ber til eisini hjá rennarum at venja innandura í Marghøllini.

Í komandi viku kemur útgerðin til rimarenning (hurdles) og startblokkarnir, soleiðis at til ber at venja bæði 60 m. renning og 60 m. rimarenning. Harumframt kemur eisini útgerð til hæddarlop. Lopgrøvin til longdarlop og 3-lop verður eisini gjørd klár, soleiðis at henda ítróttagreinin gerst partur av umstøðunum í Marghøllini í mars.

 

Facebook viðmerkingar