Páskamøtir í skúlanum í Trongisvági

Tíðindi

Heimamissiónin í Suðuroy skipar aftur í ár fyri páskamøtum. Skráin verður hendan.

Langa fríggjadag kl. 18.00 talar Pól Johannesen Klaksvík og Streingjakórið í Porkeri syngur.

Páskaaftan kl. 20.00 talar Ingolf Johannesen Sandavágur og Mansbólkurin syngur.

Páskadag kl. 18.00 talar Jóannes Fonsdal Vestmanna og Sumbiarkórið syngur

Hvørt møti hevur eina barnavinarligara byrjan.

Innsavnan til arbeiðið verður langafríggjadag og páskadag.

Facebook viðmerkingar